Saksurin í Bronx


 

Hárfríðkan


Mánadagin lat upp nýggj hárfríðkanarstova í Jónas Broncks Gøtu 34 í Havn.

Salong Bronx er navnið á nýggju hárfríðkanarstovuni, og kann ein siga, at tað hóskar jú væl til, tá salongin jú liggur í Jónas Broncks Gøtu.

Tað er Lizzy Mouritsen, sum hevur opnað nýggju hárfríðkanarstovuna. Lizzy starvaðist áðrenn á Salong Bylgjuni á Argjum.

Hvussu ber tað til, at Lizzy hevur valt at lata upp nýggja hárfríðkanarstovu í Havnini?

? Tað eru nóg mikið av hárfríðkanarstovum í Havn, men hóast alt, so haldi eg, at allar frisørar droyma um at verða sjálvstøðugar, sigur Lizzy Mouritsen.

? Fyribils verði eg einsamøll, men møguliga fái eg onkran afturat mær seinni.

Tríggir stólar eru í salongini, og longu í gjár høvdu fleiri verið og fingið sær nýtt hársnið í nýggju hárfríðkanarstovuni.