LANDSFUNDUR
Undan fundinum er greitt, at nógv nýggj andlit verða at síggja í komandi landsnevndini. Eisini er greitt, at Unga Tjóðveldið fær nýggjan formann, tí núverandi formaður fer burtur í onnur lond í lestrarørindum.
Verandi formaður, sum altso ikki verður formaður eftir fundin leygardagin, er Jóannes V. Hansen. Ikki tí, tað átti at verið spennandi at gerast formaður fyri Unga Tjóðveldið. Millum fyrrverandi formenninar er m.a. Annlis Bjarkhamar, sum í dag er landsstýrismaður. Hon var formaður í felagnum til í fjør, og var hon formaður síðani felagið varð endurstovnað síðst í nítiárunum.
Leygardagin verður landsfundurin hjá Unga Tjóðveldinum hildin í Havn.
Fundur verður hildin í hølum felagsins, Ullvørhúsinum, Kongagøtu 11, leygardagin kl. 17.00. Eftir fundin verður ársveistlan hildin. Unga Tjóðveldið vil fegin síggja so nógv loysingarsinnaði ung á fundinum sum gjørligt.