2,8 mió kr til World Food Programme, 50.000 kr til »Hjálp til Eysturevropa« og 150.000 til útbúgving av afganskum gentum. Soleiðis hevur Føroya Landsstýri valt at býta menningarhjálpina í ár.
Á fíggjarlógini 2002 vórðu 300.000 krónur settar av til menningarhjálp. Afturat hesum játtaði Løgtingið 2,7 milliónur krónur, sum vóru ætlaðar til hjálp til Afganistan. Løgmansskrivstovan hevur latið menningarhjálpina 2002 til hesi átøk:
?ST-felagsskapurin World Food Programme hevur fingið 2,8 milliónur krónur til bráðfeingis hjálp í Afganistan.
?"Hjálp til Eysturevropa" hevur fingið 50.000 krónur til at flyta sjúkrasengur til Rumenia og at keypa madrassur til hesar.
?Sjeyndadags Adventistasamkoman hevur fingið 150.000 krónur til verkætlan, har endamálið er at betra um møguleikarnar hjá afganskum børn-um, serstakliga gentum, at koma inn á hægri læru-stovnar og á arbeiðsmarknaðin