Lønin liggur í buktini

Óvist er, hvat úrslitið av samráðingunum millum Føroya Handverkarafelag og Handverksmeistarafelagið verður. Handverkararnir krevja størri lønarhækkan, enn meistararnir vilja lata

 

Nú á middegi hósdagin hava feløgini hjá handverkarum og handverksmeistarum verið við samráðingarborðið í 48 tímar. Tí kravdu semingsmenninir, John Rajani og Súni Schwarts Jacobsen, at okkurt úrslit skuldi spyrjast burturúr. Feløgini fingu eina freist til hósdagin á middegi at svara semingsmonnunum, so teir kundu staðfesta, um nøkur loysn kann finnast.

Handverksmeistararnir góðtóku eitt uppskot, ið varð lagt fyri partarnar á middegi mikudagin, men handverkararnir vrakaðu hetta semingsuppskotið.

Semingsmenninir hava ikki lagt nakað nýtt semingsuppskot fyri partarnar, men hava síðani arbeitt víðari fyri at vita, um nakað grundarlag er fyri at samráðast.

Sum vanligt er við sáttmálasamráðingar er tað lønin, sum liggur í buktini. Meistararnir vilja ikki lata eins stóra lønarhækkan, sum handverkararnir fegnir vilja hava. Um samráðingarnar slitnaðu hósdagin kann væntast, at arbeiðssteðgur verður settur í verk.