Um 11 tíðina í gjáramorgunin løgdu 30springarar beinini í Sandagerði í Havn. Bólkurin av springarum var funnin út fyri Hvítanesi.
Talan var um eitt ólógligt springaradráp hesuferð. Viðvíknandi springarum, so er tað soleiðis, at sýslumaðurin skal geva loyvi í hvørjum einstøkum føri og hesuferð segði hann nei. Men havnamenn vildu ikki hava á sær sitandi, at ein sýslumaður úr Vestmanna skuldi banna teimum at halda springarar til og teir løgdu sektin á boðini úr Vestmanna.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá sýslumanninum í Vestmanna, Ivan Klein Olsen, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Vanliga verða springarar býttir millum teir sum eru í drápinum og nakrar skipaðar reglur eru ikki fyri býtinum. Ttað vil siga, at tann sum sterkastur og frekastur er fær mest av hesum átliga tvøsti