Fríggjakvøldið klokkan 20.30 fekk politiið í Runavík fráboðan um, at ein kvinna var dottin av eini maskinu á Viking Seafood á Strondum. Hetta var í sambandi við vasking. Tá málið varð kannað nærri, vísti tað seg, at hon var dottin av eini slisku, eftir høvdinum niður á betongólv.
Politiið í Runavík upplýsir, at kvinnan er sloppin væl frá óhappinum. Sjúkrabilur og lækni kom á staðið, og kvinnan hevði fingið ilt í nakkan og ryggin, men hon hevur helst ikki meislað meira enn rygg og vøddar.
Kvinnan varð útskrivað av sjúkrahúsinum sunnudagin.
Leygarmorgunin varð ein tikin í Funningsfirði fyri at koyra fullur.
Annars verður sagt frá politinum í Runavík, at sera nógv fólk hava verið í býnum í Eysturoynni um vikuskiftið. Men tíbetur hevur ikki nógv álvarsamt verið á skránni.