norðmenn seg fýra mál framum, men við einum sera góðum spurti eydnaðist tað íslendingum at koma upp á javnt og at enda framum. Tá tveir minuttir vóru eftir, var javnt 32-32, men so fingu íslendingar tvey [...] Norðmenn vóru misnøgdir við teir donsku dómararnar í sjálvum endanum, tí teir vildu vera við, at teir áttu at fáa brotskast, tá støðan var 33-32. Men tað hildu dómararnir ikki, og so slapp Ísland í álop [...] sera spennandi dyst ímóti norðmonnum í EM í manshondbólti. Dysturin endaði 34-32 til Ísland, eftir at norðmenn høvdu verið á odda 20-18 í steðginum. Dysturin var sera javnur, og liðini fylgdust tað mesta
Eftir at lógin um rentustuðul bleiv broytt í 2009, hevur TAKS skrásett øll matrikul nummar, sum eru knýtt at sethúsalánum. Síðan hevur TAKS vent sær til allar borgarar, ið fáa rentustuðul fyri at vátta [...] vátta, hvat lánini verða brúkt til. - Úrslitið av okkara eftirlitsarbeiði vísir, at góðar tvær milliónir krónur skulu krevjast inn aftur. Rentustuðulin av hesum lánum er somuleiðis steðgaður. Sostatt sparir [...] annars hevði verið útgoldin av órøttum, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS. Tað eru ymiskar orsøkir til, at ov nógvur rentustuðul varð útgoldin. Í ávísum førum er rentustuðulin steðgaður, tí umsøkjarin ikki
Millum tey sum fara at spæla er klaksvíkingurin Hans Andrias Jacobsen (myndin). Hann byrjaði at spæla, tá hann var 14 ára gamal. Hann hevur m.a. fingið íblástur frá The Beatles og amerikanska Bon Iver [...] Grandma’s Basement og hevur nýliga lagt eitt staklag á alnótina. Hann verður at hoyra fríggjakvøldið klokkan 22. Annars er skráin hon, at hetta kvøldið klokkan 20 spælir Lindi Gardar og klokkan 21 Hallur, Beddi [...] klokkan 21 Lindi Gardar og klokkan 22 Jens Marni Hansen. Sunnudagin klokkan 15 verður Hanus G. Johansen at hoyra, klokkan 19 Rógvi Jacobsen og endar tónleikurin klokkan 20, tá Karl Martin og Eyðun framføra
Muslimska Bróðurskapinum. Ein talsmaður fyri Muslimska Bróðurskapin sigur við Reuters, at tað er lítið at ivast í, at tað seinna valumfarið verður millum Mohamed Mursi og Ahmed Shafiq. [...] fingið. Hann hevur higartil fingið 19,5 prosent. Undan valinum væntaðu fleiri, at fyrrverandi uttanríkisráðharrin Amr Moussa fór at fáa nógvar atkvøður, men sambært blaðnum Al Ahram hevur hann fingið 18,2 prosent
sindur meira enn eina viku eftir, at fløgan varð útgivin, minkaðu sølutølini við heili 88%. Fløgan ber heitið MDNA. Tað var onki minni enn eitt søguligt ringt met, at fløgusølan kundi dala heilt frá 359 [...] leggur til merkis, at 159.000. av fløgunum vórðu seldar sum ein partur av einum pakka, har eisini eitt konsertatgongumerki til eina konsert hjá Madonna var við í prísinum. Hetta merkir, at veruligu sølutølini [...] Poppstjørnan hevur ringt við at selja fløgur í Bretlandi og USA í løtuni, í mun til, hvat Madonna hevur megnað fyrr. Hetta skrivar Gigwise. Tað byrjaði annars væl. Nýggja fløgan hjá ljóshærdu songkvinnuni
Granskingarstovnarnir eru farnir undir at fyrireika sínar básar, har granskarar fara at vísa fram og fortelja um sína gransking. - Síðst, men ikki minst, er farið undir at gera eitt serligt Vísindavøkublað [...] Hetta er fimtu ferð, at skipa verður fyri tiltakinum og í ár verður tað hósdagin 27. og fríggjadagin 28. september. - Skráin kemur seinni í summar, men vit kunnu longu nú avdúka, at hetta verður størsta
bara tora at stuðla lunkaðum fótbóltskappingum, rasistiskum hondbóltskappingum, tápuligum útikonsertum og vánaligum rás2sendingum beinleiðir úr Tvasselona.« – Vit hava hug at halda, at ymiskleikin [...] »Eg fari at heiðra ymiskleikan 27. juli, men samstundis øtist eg um at tey sum vanliga stuðla øllum møguligum tvætli ikki stuðla her. Hvar eru Tryggingin, Atlantsflog, EFFO, MAGN, Bank Nordik
uttanríkisráðharri, tá hon legði frágreiðingina fram í gjár. Hon segði, at tað eru bæði menn og kvinnur, dreingir og gentur, sum eru trælir, og at teirra søgur minna okkum á, hvussu eirindaleys og kensluleys menniskjan [...] umrøður 185 lond, og sagt verður, at av teimum 185 londunum eru tað bara 33, sum til fulnar lúka krøvini um lóggávu ímóti mannahandli. Tey londini, sum hava gjørt minst fyri at lúka krøvini, eru Lýðveldið Kongo [...] Í einari nýggjari frágreiðing hjá amerikonsku stjórnini um mannahandil og trælahald stendur, at næstan 27 milliónir fólk kring heimin liva sum trælir. -Hóast USA og onnur lond hava bannað trælahaldi fyri
veðurstovan sigur, at Chris fer at reka eystureftir og síðani í útnyrðing. Men teir amerikonsku veðurmenninir hava ikki bara Chris at hugsa um, tí í Meksikoflógva er eitt annað lágtrýst í ferð við at menna seg [...] seg. National Hurricane Center í Miami segði í síðsta mánað, at tað væntar 15 tropiskar stormar og 9 tropiskar ódnir hetta til mánaðarskiftið november-desember.
Vit skuldu spæla á sama hátt. Teir høvdu vindin við sær og vit fóru at fáa tað trupulari við at fáa bóltin burt. Vit løgdu dent á at vinna teir næstu bóltarnar, sum eru so umráðandi. TB hevur eina góða [...] Venjarin hjá NSÍ, Kári Reynheim, var ikki heilt samdur við Óla Johannesen í, at teir høvdu lagt ein góðan taktikk ímóti júst TB, men at hetta var tað, ið teir gera vanliga. - Vit spæla, sum vit hava spælt hinar