Millum tey sum fara at spæla er klaksvíkingurin Hans Andrias Jacobsen (myndin). Hann byrjaði at spæla, tá hann var 14 ára gamal.
Hann hevur m.a. fingið íblástur frá The Beatles og amerikanska Bon Iver. Hans Andrias spælir við Grandma’s Basement og hevur nýliga lagt eitt staklag á alnótina.
Hann verður at hoyra fríggjakvøldið klokkan 22.
Annars er skráin hon, at hetta kvøldið klokkan 20 spælir Lindi Gardar og klokkan 21 Hallur, Beddi og Kristina.
Leygarkvøldið klokkan 19 spælir Óvita Blues Band, klokkan 20 Kular Røtur, klokkan 21 Lindi Gardar og klokkan 22 Jens Marni Hansen.
Sunnudagin klokkan 15 verður Hanus G. Johansen at hoyra, klokkan 19 Rógvi Jacobsen og endar tónleikurin klokkan 20, tá Karl Martin og Eyðun framføra.
Íalt verða 10 konsertir í tivoliøkinum um vikuskiftið.










