Venjarin hjá NSÍ, Kári Reynheim, var ikki heilt samdur við Óla Johannesen í, at teir høvdu lagt ein góðan taktikk ímóti júst TB, men at hetta var tað, ið teir gera vanliga.
- Vit spæla, sum vit hava spælt hinar dystirnar. Í fyrra hálvleiki eru vit spælstýrandi. TB spældi ikki nógvan fótbólt annað enn teir longu bóltarnar, segði Kári við Rás 2 eftir dystin og varð spurdur um, hvat hann segði við sínar leikarar í hálvleikinum.
- Vit skuldu spæla á sama hátt. Teir høvdu vindin við sær og vit fóru at fáa tað trupulari við at fáa bóltin burt. Vit løgdu dent á at vinna teir næstu bóltarnar, sum eru so umráðandi. TB hevur eina góða løtu fyrsta korterið, men vit revsaðu teir umvegis mótálop, segði Kári Reynheim.