Eftir at lógin um rentustuðul bleiv broytt í 2009, hevur TAKS skrásett øll matrikul nummar, sum eru knýtt at sethúsalánum. Síðan hevur TAKS vent sær til allar borgarar, ið fáa rentustuðul fyri at vátta, hvat lánini verða brúkt til.
- Úrslitið av okkara eftirlitsarbeiði vísir, at góðar tvær milliónir krónur skulu krevjast inn aftur. Rentustuðulin av hesum lánum er somuleiðis steðgaður. Sostatt sparir landskassin uttan iva fleiri milliónir í rentustuðli komandi árini, sum annars hevði verið útgoldin av órøttum, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.
Tað eru ymiskar orsøkir til, at ov nógvur rentustuðul varð útgoldin.
Í ávísum førum er rentustuðulin steðgaður, tí umsøkjarin ikki hevur svarað eftir tríggjar áheitanir frá TAKS ella hevur fingið rentustuðul fyri meira enn ein bústað. Í øðrum førum er vantandi samsvar millum lántakara og sethúsaeigara.