Hóast bara tríggjar vikur eru farnar, síðani tað árliga ódnartíðarskeiðið í Atlantshavinum og Karibiska havinum byrjaði, hava veðurmenninir longu skrásett tríggjar tropiskar stormar har um vegir.
Tann seinasti, sum hevur fingið navnið Chris, menti seg einar 500 fjórðingar sunnan fyri Ný Funnaland í gjár. Vindferðin liggur um 21 metrar um sekundið, so í okkara hugaheimi er ikki talan um storm, men har er eisini nógv regn og torusláttur. Amerikanska veðurstovan sigur, at Chris fer at reka eystureftir og síðani í útnyrðing.
Men teir amerikonsku veðurmenninir hava ikki bara Chris at hugsa um, tí í Meksikoflógva er eitt annað lágtrýst í ferð við at menna seg.
National Hurricane Center í Miami segði í síðsta mánað, at tað væntar 15 tropiskar stormar og 9 tropiskar ódnir hetta til mánaðarskiftið november-desember.










