Madonna setir ringt met

Poppstjørnan Madonna hevur ilt við at selja fløgur í Bretlandi og USA í løtuni, í mun til tað, hon hevur megnað fyrr. Hetta skrivar Gigwise.

 

Tað byrjaði annars væl. Nýggja fløgan hjá ljóshærdu songkvinnuni varð givin út 26. mars og fór beinleiðis á hittlistarnar í bæði USA og Bretlandi. Men eitt sindur meira enn eina viku eftir, at fløgan varð útgivin, minkaðu sølutølini við heili 88%. Fløgan ber heitið “MDNA”.

 

Tað var onki minni enn eitt søguligt ringt met, at fløgusølan kundi dala heilt frá 359.000. fløgum niður til 46.000. eina viku aftaná. Gigwise leggur til merkis, at 159.000. av fløgunum vórðu seldar sum ein partur av einum pakka, har eisini eitt konsertatgongumerki til eina konsert hjá Madonna var við í prísinum. Hetta merkir, at veruligu sølutølini eru enn lægri.

 

Skrivað hevur Neli Heldarskarð