Tá atkvøðurnar frá 2.265 av teimum 13.000 valstøðunum í Egyptalandi vóru taldar fyrrapartin, var valevnið hjá Muslimska Bróðurskapinum, Mohamed Mursi, á odda við 25,8 prosentum av atkvøðunum. Næstur honum var Ahmed Shafiq við 20,6 prosentum. Shafiq var forsætisráðharri teir seinastu dagarnar, Hosni Mubarak hevði valdið. Triðflestar atkvøður hevur tað óhefta valevnið Hamdeen Sabbahi fingið. Hann hevur higartil fingið 19,5 prosent.
Undan valinum væntaðu fleiri, at fyrrverandi uttanríkisráðharrin Amr Moussa fór at fáa nógvar atkvøður, men sambært blaðnum Al Ahram hevur hann fingið 18,2 prosent higartil. Tað sama hevur Abdel Moneim Abol Fotouh fingið. Hann er fyrrverandi limur í Muslimska Bróðurskapinum.
Ein talsmaður fyri Muslimska Bróðurskapin sigur við Reuters, at tað er lítið at ivast í, at tað seinna valumfarið verður millum Mohamed Mursi og Ahmed Shafiq.