á Hillerød Sygehus verður sagt, at hann tosaði við antin suðurjútskari ella føroyskari herðing, Vit hava tí fingið áheitan frá løgregluni í Keypmannahavn um at eftirlýsa mannin, og um fólk halda seg kenna [...] ni í Havn. Tá maðurin var funnin var hann ílætin ein gráan vindjakka, grønari sweatshirt við høgum hálsi, ljósagráum buksum og myrkagráum hálsturriklæði. Hann var í svørtum ECCO skóm, stødd 42. Hann bar [...] uppi á sær, millum annað ein NOVOpen, ið innihelt NOVORAPID og ein NOVOpen, ið innihelt PROTAPHAN. Tá Sosialurin tosaði við løgregluna fyrrapartin hósdagin, hevði hon onki frætt um mannin. Tey, ið vita
Klaksvík hava skipað fyri. Tá ið skeiðini hava verið, hava tey koyrt í fýra tímar mánadag í fimm fylgjandi mánadagar. Fólk hava fingið løn hesar 20 tímarnar, sum virkini og arbeiðarafeløgini hava goldið [...] fram til várið 1997, tá ið Jógvan Høj keypti. - Tá ið vit keyptu virkið frá Føroya Banka, vóru ymisk ting tikin úr virkinum, so her var neyðugt við nógvum ábótum. Eisini noyddust vit at ganga undir krøv [...] veiða hýsu við línu. - Tí valdu vit at leggja okkum eftir at virka hýsu, fyrst og fremst til amerikanska marknaðin, og tað hava vit gjørt síðan, sigur hann. Jógvan sigur, at tá ið Norðfra fór undir saltfi
gullið, sum er í høvunum, men hann heldur, at vit duga ikki at síggja gullið sum er á landi. Nevniliga børnini. ? Tey verða forsømd við teimum skúlunum, sum tit hava í dag, heldur Ulf Nordlund. Og hann spyr [...] fyrihalda seg til teirra ítriv við, at tey eisini kenna løgini aftur. Tá prátið fellur inn á annan tónleik, til dømis Prix Føroyar, tá heldur Ulf ikki, at tað hjálpir so nógv upp á børnini. ? Alt gott um [...] ? Tykkara skúlar síggja sum heild ræðuligir út, er eitt tað fyrsta Ulf Nordlund sigur, tá hann sessast við borðið. Hann er púra ovfarin, at skúlarnir eru í so vánaligum standi. Og hann sigur, at tað er
lukkutíð hava landsins myndugleikar hugsað um okkum á útoyggj. Vit hava møguleikan at keypa pr. telefon frá meginlandinum og fáa vøruna flutta út ókeypis ? so langt útoyggjajáttanin røkkur. Tá vit so frætta [...] botnurin í kassanum er um at koma undan, skunda vit okkum at gera eitt rimmarinnkeyp, so ein skuldi trúð, at vit rustaðu okkum til eitt komandi kríggj. Vit kunnu eisini lána bøkur frá bókasøvnum á meginøkinum [...] fáa tær sendar ókeypis, tað er bert tað, at sama er ikki galdandi av oynni aftur. Tá skulu vit gjalda fyri "pakkan", sum vit senda av stað við bókunum í. Meg lystir at vita, hví man gevur við tí eini hondini
umhvørvið. Taka vit t.d. málið um Havnarvág, so er longu nú maskina umbiðin sum skal reinsa hav og botn fyri óhumsku, tað veri seg fiskarestir, oljuúrdráttir, tungmetall o.s.fr. Eisini hoyra vit nú um dagarnar [...] Taka vit tað interna umhvørvið fyrst, so er longu nógv gjørt, tí vit hoyra nærum dagliga um forboð og ábøtur, ið verða sett í verk, fyri at trivnaðurin á okkara arbeiðsplássum skal batna, og tað ger hann [...] Tórshavnar Býráð við hetta mál? Eg havi loyvi at spyrja, tí tá tað snýr seg um alt annað enn tubbakk, so er samfelagið alt á gosi. Enn kunnu vit keypa eiturevni í smáum pakkum a 10 og 20 stk. Tað einasta
- Eg skal ikki siga, at vit síggja fótasporini av honum, men vit hava fingið fleiri sera týðandi spor at ganga eftir. Eru tey álítandi, verður tað ikki leingi, til vit finna hann, segði ein pakistanskur [...] Fólk har hava greitt frá, at tey hava sæð bin Laden fleiri ferðir teir báðar seinastu mánaðarnar, og sum skilst var sonur hansara, Saad, við honum. Tær seinastu upplýsingarnar um bin Laden hava amerikanararnir [...] r fingið úr brøvum, sum teir funnu, tá Khalid Sheikh Mohammed varð tikin í Rawalpindi í Pakistan seinasta vikuskiftið. Sambært AP skal Khalid undir avhoyringum hava viðgingið, at hann hevði hitt bin Laden
gera, um eg veri biðin. Eg havi bara eitt sindur ilt við at síggja, hvar eg skal boða frá hasum, tí í uppskotinum er ongin adressa. Er tað ST? Ella eru tað tær mannagongdir, sum slík mál hava sambært he [...] tjóðir samtykkja tað. Sambandsflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava skrivað undir løgtingsmálið, ið hevur til endamáls at boða frá einari felags almennari føroyskari [...] til tess at fyribyrgja kríggi millum heimsins lond, og ST hevur í nógvum førum staðið sína roynd, tá heimsfriðurin hevur verið í vanda. Uppskotstillararnir siga, at hetta er einasti politiski felagsskapur
tey Chavéz. Tí flenna tey at honum, tá hann roynir seg um gyklara, flenna saman við honum, tá hann leggur andstøðuna undir líkt og ólíkt, og atkvøða fyri honum, tá hann biður um stuðul. Síðani hann varð [...] Vit eru stødd í venesu-elanska høvuðsstaðnum Caracas ein sunnumorgun. Forsetaborgin Miraflores, sum er har eysturi í býnum, skyggir í morgunsólini. Kring alla borgina standa teir servandu hermenninir, [...] Karl Marx, og hendan samanrenningin hevur gjørt hann til tað, sum vit kunnu kalla ein vinstrasinnaðan populist. - Eins og Bolivar vilja vit skipa eitt sameint Latínamerika, eitt slag av einum ES. Tað skal
møguliga ikki fáa nakrar serliga sømdir. Tá kunnu tey við einum lykili og einum loyniorði til nýggju skipanina fara inn á sínar egnu konti her í Føroyum, hóast tey eru stødd í til dømis Danmark, greiðir Eyðfinn [...] er avbera gott. Tað er so stutt hjá teimum at renna ímillum, um tey hava eitt hvørt, tey skulu finna útav aðrastaðni í bygninginum. Tá bygningurin bleiv umbygdur til soleiðis, sum hann sær út í dag, starvaðust [...] starvaðust eini 13 ? 15 fólk á høvuðsdeildini. Í dag eru tey omanfyri 20. ? So tey hava verið eitt sindur framman fyri sína tíð tá, tað er vist, sigur Eyðfinn og smílist við. Báðir siga teir eisini við ein munn
vóru bilsin, tá Apolonia fór at arbeiða í køkinum á sjúkrahúsinum í Klaksvík, tá børnini vóru undankomin. Djørv sum hon var, stóð ikki á at fara undir útbúgving. Tí gekk hon í skúla í Danmark, tá tey høvdu [...] annað enn frísk. Ein góður og virkin gerandisdagur gjørdist brádliga til lívskvøld. Meðan vit í nánd av Apoloniu hava havt ilt við at fóta okkum yvir skelkin, hevur hon eisini her verið kletturin og hin stilla [...] verið staðið, har øll samlaðust og sótu væl - seinast, tá minnisvarðin yvir J.F.Kjølbro varð avdúkaður í fjør. Vøkur var hon, sum genta og menniskja, tá hon sum blaðung kom til Klaksvíkar, og vøkur var hon