Fimta metárið á rað

Fimta árið á rað kundi Norðoya Sparikassi leggja ein roknskap við einum ársúrsliti, sum slær metið frammaundan, fram fyri aðalfundin hjá stovninum, sum var týsdagin. Peningastovnurin fegnast sjálvsagt um gongdina, men tað eru bersøgnir menn, sum Sosialurin hevur sett stevnu í samband við fundin, roknskapin, framtíðina og komandi ábyrgdarfundin

Klaksvík:
? Við nøgdum viðskiftafólkum og starvsfólkum kemur ein langt, ásannar stjórin í Norðoya Sparikassa, Eyðfinn Reyðberg, tá hann setur seg saman við Óla Marneri Christiansen, nevndarformanni í Sparikassanum, niður til eitt stutt prát um góðu gongdina og framtíðina hjá Norðoya Sparikassa.
Hann sigur eisini, at sjálvandi kemur góða úrslitið eisini av, at norðoyingar eru trúfastir mótvegis peningastovninum, men hann leggur samstundis dent á, at so longi, sum ein røkir tað, ein hevur, væl, og so longi sum ein trýr upp á tað, so kemur nógv burturúr.
Eyðfinn og Óla Marner fegnast sjálvandi um góðu gongdina hjá Norðoya Sparikassa seinnu árini, men teir eru eisini greiðir yvir, at ein tílík gongd neyvan fer at halda fram.
? Tað er ikki veruligt at hugsa, at hetta fer at halda fram, sigur Eyðfinn Reyðberg og skoytir upp í, at Sparikassin skal ikki bara vinna pening, men hann skal eisini mennast, og tað fara eisini koma framtíðar íløgur.
Tíðliga í fjør keypti Norðoya Sparikassi helmingin av einum bygningi í Niels Finsensgøtu 7 í Havn. Men hóast tað, so siga teir, at tað er ikki vist, at ætlanir eru um at lata eina deild upp í høvuðsstaðnum.
? Við hesum keypinum er tann møguleikin nærri veruleikanum, men tað er slettis ikki vist, at Havnin er tað mest spennandi staðið at lata eina nýggja deild upp í, siga teir báðir við atliti at einum komandi undirsjóvatunli um Leirvíksfjørð.

Netsparikassi og ábyrgdarafundur
Einaferð í vár letur nýggi netsparikassin upp. Hetta er ein tænasta, sum allir peningastovnarnir í Føroyum fara í gongd við. Hon fer at geva øllum, sum hava atgongd til internetið møguleika til at fáa eitt fult yvirlit vir konti sínar, at gera flytingar umframt at gera útrokningar heimanífrá.
Stjórin í Norðoya Sparikassa er sera spentur upp á hesa nýggju skipanina, sum óivað fer at lætta um arbeiðið í avgreiðsluni.
? Hetta kemur uttan iva at leysgera eini tvey fólk, men tað merkir ikki, at vit koma at siga nøkrum upp, tí tað liggja aðrar uppgávur fyri, sum tey so kunna taka sær av, sigur Eyðfinn, sum heldur at ein tílík skipan verður ein fyrimunur fyri allar partar.
Frammanundan er Heimagreiðslan, men hon hevur meira verið ætlað teimum vinnuligu kundunum, men tá henda nýggja skipanin er farin at koyra, væntar Eyðfinn, at tað vera tey flestu viðskiftafólkini, sum fara at nýta hana.
? Ein av størstu fyrimununum við nýggju skipanini er, at um til dømis ung fólk fara at nema sær útbúgving aðrastaðni, so nýtist teimum ikki at stovna sær konto í einum nýggjum og ókendum peningastovni, har tey so møguliga ikki fáa nakrar serliga sømdir. Tá kunnu tey við einum lykili og einum loyniorði til nýggju skipanina fara inn á sínar egnu konti her í Føroyum, hóast tey eru stødd í til dømis Danmark, greiðir Eyðfinn frá. Hann veit tó ikki endaliga at siga, nær henda skipanin fer í gongd.
Fyri framman liggur nú Ábyrgdarafundurin, sum nú verður fyri fimtu ferð. Hann hevur verið annaðhvørt ár, síðani 1995, og undirtøkan fyri honum hevur verið alsamt vaksandi. Til ábyrgdarafundin fyri tveimum árum síðani, rundaði talið av ábyrgdarum tey 1.500. Í dag eru umleið 300 fleiri. Til seinasta fundin vóru góð 700 fólk og væntast kann, at undirtøkan verður minst líka góð aftur í ár ? um ikki betur.
Ábyrgdarafundurin í ár verður tann 21. mars í Kí høllini. Á fundunum plaga at vera umframt góðan mat, sangur, tónleikur, undirhald og ein fyrilestur um eitt hvørt aktuelt, sum er frammi. Í ár fer Magni Arge, stjóri á Atlantsflog, at halda fyrilestur um møguleikar og vansar við føstum sambandi undir Leirvíksfirði. Og danin, Finn Nørbygaard fer saman við pianisti at standa fyri einum parti av undirhaldinum.

Framtíðin
Tá tosað verður um framtíðina hjá Norðoya Sparikassa eru bæði Eyðfinn og Óli Marner eitt sindur varnir við at úttala seg.
? Tað liggur ikki nakað ítøkiligt á borðinum beint nú, men tað bleiv eisini sagt á aðalfundinum í dag, at vit fara ikki at byggja út bara fyri at byggja út. Tað er ikki rætt at fara at byggja út, bara tí at tíðirnar eru góðar. Tað skal byggjast eftir tørvi, sigur Óla Marner Christiansen.
Norðoya Sparikassi eigur trý hús, sum liggja rundan um økið, har høvuðsavgreiðslan er. Eitt av teimum húsunum er nú rivið niður, og tað næsta eru teir í ferð við at ríva niður. Júst hvat skal gerast har, er tó ikki greitt enn, men helst verður talan um parkeringsøki. Men Sparikassin hevur frætt, at kommunan hevur ætlanir um at gera økið har um leiðir til eitt skúlaøki, so áðrenn tað er greitt, hvat kommunan ætlar, er ikki hugsingur um til dømis at bygt út.
Báðir siga teir eisini, at núverandi bygningurin altíð fer at verða nýttur.
? Tað er ein viss sjarma í bygninginum, soleiðis sum hann sær út í dag, og hann fer altíð at verða nýttur. Og hann liggur eisini sera væl fyri, heldur stjórin fyri. Og hann leggur afturat, at hóast har kann tykjast trongligt, so ger tað tað samstundis, at samstarvið millum starvsfólkini er avbera gott. Tað er so stutt hjá teimum at renna ímillum, um tey hava eitt hvørt, tey skulu finna útav aðrastaðni í bygninginum.
Tá bygningurin bleiv umbygdur til soleiðis, sum hann sær út í dag, starvaðust eini 13 ? 15 fólk á høvuðsdeildini. Í dag eru tey omanfyri 20.
? So tey hava verið eitt sindur framman fyri sína tíð tá, tað er vist, sigur Eyðfinn og smílist við.
Báðir siga teir eisini við ein munn, at um nú Sparikassin fer at byggja út, so verður tað ikki til tess at fáa fleiri kassar ella líknandi.
? Vit fara at byggja út fyri viðskiftafólkið, um so verður, sigur Óla Marner. Her hugsar hann til dømis um, at um ein kundi ynskir at fara til viks inni á høvuðsdeildini, so er ikki serliga gott pláss til tað, sum nú er.
? Men, men bíða nú, vit mugu fyrst bíða og fáa at vita, hvat hendir, áðrenn nøkur avgerð verður tikin um møguligar útbyggingar, sigur Óla Marner Christiansen at enda, og Sparikassastjórin skoytir upp í, at til ta tíð noyðast tey helst eisini at verða eitt sindur framman fyri teirra tíð