Tað eydnaðist Javnaðarflokkinum at fáa tríggjar aðrar flokkar á løgtingi at taka undir við einum uppskoti um spentu støðuna í Irak. Sostatt er tað ein breiður meiriluti í løgtinginum, ið krevur, at eitt møguligt álop á Irak bert skal fremjast, um Sameindu tjóðir samtykkja tað.
Sambandsflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava skrivað undir løgtingsmálið, ið hevur til endamáls at boða frá einari felags almennari føroyskari støðu til krígshóttanirnar í Miðeystri. Bara Fólkaflokkurin og Miðflokkurin vilja ikki skriva undir fráboðanina.
Uppskotið er stutt og ljóðar soleiðis: »Føroya Løgting staðfestir, at øll tiltøk til tess at fáa Irak og Saddam Hussein at ganga undir ST-samtyktirnar skulu góðkennast av ST. Samstundis heitir løgtingið á løgmann um at boða frá løgtingsins síðu«.
ST skal stýra
Teir fýra flokkarnir siga í viðmerking til uppskotið, at ST varð stovnað eftir seinna heimsbardaga til tess at fyribyrgja kríggi millum heimsins lond, og ST hevur í nógvum førum staðið sína roynd, tá heimsfriðurin hevur verið í vanda. Uppskotstillararnir siga, at hetta er einasti politiski felagsskapur, har allar heimsins tjóðir kunnu møtast og viðgera heimsviðurskifti av ymiskum slag. Men seinastu árini er valdsjavnvágin í heiminum broytt munandi, soleiðis at eitt stórveldi, sum er USA, hevur stungið seg fram um øll hini.
»Vit meta tað sera avgerandi fyri at varðveita heimsfriðin, at ST felagsskapurin verður varðveittur. Somuleiðis at ætlaðar neyðugar avgerðir ímóti londum, sum ikki ganga undir treytir, settar av ST, verða tiknar í ST høpi«, siga Sambands-, Tjóðveldis-, Javnaðar- og Sjálvstýrisflokkurin í sínum felags uppskoti til samtyktar.
Sostatt eru tað bara samgonguflokkarnir, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin, sum ikki hava undirskrivað uppskotið. Og tað er júst í Fólkaflokkinum, sum ikki stuðlar uppskotinum, at løgmaður ræður fyri borgum.
Ongin adressa
Fólkaflokkurin hevur áður givið alment til kennar í einum brævi, at hann styðjar avgjørda politikkin hjá USA, sum streingir á at loypa á Irak fyri at fáa Saddam Hussain frá valdinum.
Anfinn Kallsberg løgmaður ásannar, at Fólkaflokkurin hevur eina heilt aðra støðu til málið, enn teir fýra flokkarnir. Hann lovar kortini at ganga undir eina samtykt hjá løgtinginum.
? Ein og hvør samtykt, sum løgtingið ger, skal umsitast. Tað er mín leiklutur, og tað fari eg sjálvandi at gera, um eg veri biðin. Eg havi bara eitt sindur ilt við at síggja, hvar eg skal boða frá hasum, tí í uppskotinum er ongin adressa. Er tað ST? Ella eru tað tær mannagongdir, sum slík mál hava sambært heimastýrislógini?, spyr Anfinn Kallsberg og sipar til, at so skal fráboðanin ganga umvegis Danmark.
Løgmaður væntar kortini, at tað fer at koma fram undir viðgerðini í løgtinginum, men hann sigur seg ivast í, um Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin eru samdir.
? Tað er neyvan av tilvild, at tað er so ógreitt orðað, sigur Anfinn Kallsberg.
Løgin støða
Løgmaður kann stostatt koma í ta støðu, at hann skal boða altjóða samfelagnum frá einari støðu, sum gongur ímóti hansara persónligu og politisku sannføring. Kennist tað løgið?
? Jú, tað kanst tú siga. Men hvat eg haldi, er ikki áhugavert í hesum føri. Løgmaður hevur skyldu til at umsita tann politikk, sum løgtingið samtykkir, og tað sleppi eg ikki undan, sigur Anfinn Kallsberg løgmaður.
*******
FAKTA
Uppskot til samtyktar
»Føroya Løgting staðfestir, at øll tiltøk til tess at fáa Irak og Saddam Hussein at ganga undir ST-samtyktirnar skulu góðkennast av ST. Samstundis heitir løgtingið á løgmann um at boða frá løgtingsins síðu«.
*******










