? Tykkara skúlar síggja sum heild ræðuligir út, er eitt tað fyrsta Ulf Nordlund sigur, tá hann sessast við borðið. Hann er púra ovfarin, at skúlarnir eru í so vánaligum standi. Og hann sigur, at tað er sanniliga ikki bara í Klaksvík. Hann hevur verið fleiri staðir runt í landinum og undirvíst í tónleiki, og hann heldur, at í teimum allarflestu støðunum er tað sera týðuligt, at nærum onki hevur verið gjørt við skúlarnar seinastu mongu árini.
? Tað er ein katastrofa fyri framtíðina hjá føroyingum, at skúlarnir síggja soleiðis út, og at onki verður gjørt fyri at menna teir, sigur Ulf.
Hann sigur, at tað er onki at ivast í at tað er lætt hjá føroyingum at fáa eyga á gullið, sum er í høvunum, men hann heldur, at vit duga ikki at síggja gullið sum er á landi. Nevniliga børnini.
? Tey verða forsømd við teimum skúlunum, sum tit hava í dag, heldur Ulf Nordlund. Og hann spyr samstundis hvørji fólk yvirhøvur ? tað veri seg landsins myndugleikar ella kommunupolitikkarar ? høvdu funnið seg í at verðið sett til arbeiðis á einum staði, sum sær so illa út og hevur ligið á láni í so mong ár.
Ulf Nordlund tosar eisini um, at mong vaksin eru ill um, at tey ungu dálka so illa, men tað heldur hann onki er at siga til.
? Hygg at skúlunum, sigur hann.
Serliga harmast hann eisini um, at tað letur til at tónleikurin ikki fær nakað pláss í fólkaskúlunum í dag.
? Børnini í skúlunum í dag syngja so at siga ikki, og tey fáast sum heild lítið við tónleik yvirhøvur.
Ulf sigur samstundis, at tað nyttar onki at leggja eftir lærarunum í hesum førinum, tí tað er sanniliga ikki teirra skuld, at støðan er, sum hon er í dag.
? Tað er ikki uppgávan hjá einum lærara at syrgja fyri, at fysisku karmarnir eru í lagi. Tað má vera upp til myndugleikarnar og politikararnar.
Børn skulu gera tað teimum dámar
Ulf hevur í mong ár fingist við at arbeiða við børnum innan tónleikin. Hann hevur í dag tilsamans 36 næmingar undir sær í Klaksvíkar Tónlistaskúla. Og hann hevur nú tikið stig til at næmingarnir fara at hava konsert saman við Klaksvíkar Hornorkestri í Ósáskúlanum leygardagin. Børnini fara at spæla saman við sjálvum hornorkestrinum. Millum annað verður ein kanon á skránni við Dovni Jákup.
Ulf leggur seg eftir at finna løg, sum børnini kunnu fyrihalda seg til. Tað vil siga, at tað skulu vera løg, sum tey kenna og harvið hava tey tað stuttligari, meðan tey spæla.
Hann vísir eisini á, at tað samstundis verður lættari hjá barninum at fáa foreldur ella systkin at fyrihalda seg til teirra ítriv við, at tey eisini kenna løgini aftur.
Tá prátið fellur inn á annan tónleik, til dømis Prix Føroyar, tá heldur Ulf ikki, at tað hjálpir so nógv upp á børnini.
? Alt gott um Prix Føroyar, men tað fær ikki børnini at spæla meiri tónleik, heldur hann.
Ulf hevur skrivað eina bók, sum eitur Orkesterskolen, har hann nágreiniliga greiðir frá, hvussu arbeiðast kann við at fáa børn at spæla upp á instrumentir. Hann hevur eina tónleikatest, sum hann fer kring skúlarnar við og út frá henni verður staðfest, hvørji børn eru egnað til at spæla upp á ljóðføri. Hann greiðir frá, at tað er av alstórum týdningi at børnini sleppa at gera tað, sum teimum dámar.
? Tað nyttar lítið at trýsta eitt barn til at gera ella spæla okkurt, sum tað ikki dámar. Tí ræður um at finna útav, hvat ljóðføri tí dámar best, og hvat hóskar best til barnið, sigur Ulf, sum er útlærdur trompetistur, men kortini fæst mest við at spæla upp á valdhorn.
Við at taka næmingar í Tónlistaskúlanum við í eina tílíka konsert, heldur Ulf, at tað er eitt stuttligt upplivilsi hjá næmingunum at sleppa at sita og spæla saman við teimum eldru í hornorkestrinum.
Tað verða tó ikki bara næmingar hjá Ulf, sum verða við á konsertini. Eisini næmingar hjá Høgna Klakstein, sum lærir tey at spæla upp á ymisk slagljóðføri.
Á konsertini leygardagin verða solistar: Magnus Mikkelsen á trombone og Rani Hansen á euphonium. Tað gevur konsertini eina vissa breidd afturat børnunum.
Konsertin byrjar klokkan tvey.








