Eru í hølunum á bin Laden

Amerikanarar vilja vera við, at teir eru í hølunum á yvirgangsleiðaranum Osama bin Laden. Seinastu dagarnar hava teir rannsakað fleiri hús á markinum millum Afghanistan og Pakistan.

- Eg skal ikki siga, at vit síggja fótasporini av honum, men vit hava fingið fleiri sera týðandi spor at ganga eftir. Eru tey álítandi, verður tað ikki leingi, til vit finna hann, segði ein pakistanskur embætismaður við fronsku tíðindastovuna AFP í gjár.
Hildið verður, at amerikanska fregnartænastan CIA, samveldisløgreglan FBI og pakistanska trygdartænastan leita eftir bin Laden fram við markinum millum Afghanistan og Pakistan og í einum øki nærhendis iranska markinum. Tíðindastovan AP visti í gjár at siga, at amerikanarar og pakistanar høvdu rannsakað minst tvey jús í afghanska landspartinum Baluchistan. Fólk har hava greitt frá, at tey hava sæð bin Laden fleiri ferðir teir báðar seinastu mánaðarnar, og sum skilst var sonur hansara, Saad, við honum.
Tær seinastu upplýsingarnar um bin Laden hava amerikanararnir og pakistanararnir fingið úr brøvum, sum teir funnu, tá Khalid Sheikh Mohammed varð tikin í Rawalpindi í Pakistan seinasta vikuskiftið. Sambært AP skal Khalid undir avhoyringum hava viðgingið, at hann hevði hitt bin Laden í Baluchistan fyri stuttum.
- Lovaður veri Allah, at hann er á lívi. Eg møtti honum fyri einum mánað síðani, skal Khalid hava sagt undir avhoyringunum, skrivaði New York Times í gjár.