Taka vit tað interna umhvørvið fyrst, so er longu nógv gjørt, tí vit hoyra nærum dagliga um forboð og ábøtur, ið verða sett í verk, fyri at trivnaðurin á okkara arbeiðsplássum skal batna, og tað ger hann.
Nú um dagarnar verður nógv gjørt við tað externa umhvørvið. Taka vit t.d. málið um Havnarvág, so er longu nú maskina umbiðin sum skal reinsa hav og botn fyri óhumsku, tað veri seg fiskarestir, oljuúrdráttir, tungmetall o.s.fr. Eisini hoyra vit nú um dagarnar um brennistøðirnar, at stórur vandi er á ferð, tá talan er um kemisk evni og annað vandamikið burturkast. Trygdarumboðið fyri arbeiðsmenninar hjá Tórshavnar Kommunu á Brennistøðini á Hjalla, hevur nú gjørt ein rættuligan vørr, og alt gott at siga um tað. Sum ikki einaferð, so er avvarandi myndugleikin fullkomiiliga óvitandi og lovar at gera nakað við málið. Víst verður á skeivleikar í ruskinnsamlingini, at hvør Hanus og Janus soleiðis kann koma og fara sum hann vil við øllum handa burturkasti. Menninir, ið arbeiða á brennistøðini, vita ikki hvat tað er, ið kemur inn á brennistøðina, og sum rætt og rímuligt er, so er tíð uppá at vakna, tí, sum trygdarumboðið sigur, tí tað er ikki munur á, um ein veggur dettur omanyvir persónin og hann doyr uppá staðið, ella talan er um langtíðarárin av kemiskum evnum. Deyðin er vísur í øllum førum. Fáið hetta uppá pláss, men ??
Andsøgnir
Góðu tit, ið varða av. Eg havi alla virðing fyri tí, ið nú kemur fram, men kann ikki lata vera við at vísa á viðløgdu mynd, ið er ein plakat, ið danska Kræftens Bekæmpelse hevur gjørt. Henda plakat vísir á tey 4.000 eiturevnini, ið eru í tubbaksúrdráttum. Maðurin er avmyndur í útbúnaði, svarandi til tær vørulýsingar, ið eru á kemiskum úrdráttum (ið eisini koma inn á brennistøðirnar). Tann, ið skal arbeiða við slíkum evnum verður á øllum etikettum, data- og trygdardatabløðum ávaraður um at nýta verndarbúna, svarandi til tey kemisku evnini, ið vøran inniheldur. Men, tá talan er um tubbakk, so verður øðrvísi farið til verka. Tað sýnist sum at hugburðurin er, at einki skal sigast. Tað skal undra meg um ikki onkrir av teimum, ið starvast har uppi ikki eisini roykja, umframt tað at teir arbeiða við kemiskum evnum, og tí eru í enn størri vandabólki. Hvat ger heilsunevndin í Tórshavnar Býráð við hetta mál? Eg havi loyvi at spyrja, tí tá tað snýr seg um alt annað enn tubbakk, so er samfelagið alt á gosi.
Enn kunnu vit keypa eiturevni í smáum pakkum a 10 og 20 stk. Tað einasta, ið verður gjørt er at seta forboð og avmarkingar upp, og tað er gott.
Rættast var at fingið eiturið av handilshillunum. Latið okkum taka fylgjurnar av hesum banni, tí tær vera so ikki nógv øðrvísi enn tann støða vit hava í dag við samanlíknaðum turvelvandi eiturevnum, sum t.d. hash, heroin o.a., at politiið og tollvaldið fer bara at finna nøkur 100 gram her og kanska eitt kilo onkra aðrastaðni, av og á. Revsingin átti eisini tilsvarandi at verið tann sama.
Føroyar tubbakksfríar. Tað er endamálið!!









