Maðurin var funnin deyður í havnini í Keypmannahavn sunnudagin 9. mars beint við Islands Brygge 18.
Hann er millum 25 og 35 ár, 177 sentimetrar høgur og vigar 86 kilo. Hann er miðal bygdur og hevur slætt miðal ljóst hár. Onnur framtonnin í yvirmunninum er brotin, og maðurin hevur sukursjúkuna, upplýsir løgreglan.
Maðurin, sum hevði sukursjúku, var innlagdur á Hillerød Sygehus týsdagin 4. mars og fór aftur av sjúkrahúsinum 8. mars. Sambært starvsfólkunum hevði maðurin mist minni, tí hann hevði ov lágt blóðsukur. Hann hevði sagt starvsfólkunum, at hann æt antin »Martin Skov ella Martin Busk« og var føddur 260570, og at hann kanska kom frá Odense og hevði lisið humaniora ella søgu.
? Persónurin kann vera ein føroyingur, tí í sambandi við eina innlegging á Hillerød Sygehus verður sagt, at hann tosaði við antin suðurjútskari ella føroyskari herðing, Vit hava tí fingið áheitan frá løgregluni í Keypmannahavn um at eftirlýsa mannin, og um fólk halda seg kenna hann, kunnu tey boða vakthavandi á politistøðini í Havn frá, sigur Jón Klein Olsen, varaleiðari á politistøðini í Havn.
Tá maðurin var funnin var hann ílætin ein gráan vindjakka, grønari sweatshirt við høgum hálsi, ljósagráum buksum og myrkagráum hálsturriklæði. Hann var í svørtum ECCO skóm, stødd 42. Hann bar eisini ein bláan ryggsekk við merkinum Fjållråven.
Av tí, at maðurin hevði sukursjúku, hevði hann ymisk diabetikaraamboð uppi á sær, millum annað ein NOVOpen, ið innihelt NOVORAPID og ein NOVOpen, ið innihelt PROTAPHAN.
Tá Sosialurin tosaði við løgregluna fyrrapartin hósdagin, hevði hon onki frætt um mannin. Tey, ið vita um mannin at siga, kunnu venda sær til Politistøðina í Havn á telefon 351448.