HUGO CHAVÉZ ? tann elskaði og umstríddi gyklarin

Hann er ein sjónleikari av Guðs náði og ein politisk slanga, sum náðileyst kvalir sínar fíggindar, og sum samanber seg sjálvan við frælsishetjuna Simon Bolivar

Vit eru stødd í venesu-elanska høvuðsstaðnum Caracas ein sunnumorgun. Forsetaborgin Miraflores, sum er har eysturi í býnum, skyggir í morgunsólini. Kring alla borgina standa teir servandu hermenninir, sum hava svorið at fara í deyðan fyri landsins forseta, Hugo Chavéz.
Brádliga stendur hann har. Í reyðari skjúrtu, sum bert er knept nakað upp, rennibrókum og renniskóm. Hann er í sera góð-um hýri, ja, eitt stórt bros, allur sum hann er. Og á sín vanliga hátt byrjar hann:
- Venesuela hevur fingið fleiri óheftar útvarps- og sjónvarpsstøðir, sum ikki gera annað enn at spilla landsins forseta út. Halda tær ikki upp at við hesum, taka vit sendiloyvið frá teimum. Tey óheftu tíðindafólkini halda, at tey kunnu gera, sum teimum lystir. Tey spæla James Bond, so nú er tað 007 ímóti Hugo Chavéz. Tann dystin fari eg at vinna, sigur hann og flennur.
Hugo Chavéz er heryvirmaður av útbúgving. Hann var liðugur við útbúgvingina í 1975. Hann kom sær skjótt fram, og í 1992 stóð hann á odda fyri einari miseydnaðari kvettroynd. Hann varð settur í fongsul, men fekk grið tvey ár seinni, og so byrjaði hansara politiska lív.
Vinstrasinnaður populistur
Hugo Chavéz hevur tríggjar grundarsteinar: Bíbliuna, ta suðuramerikansku frælsishetjuna Simon Bolivar og Karl Marx, og hendan samanrenningin hevur gjørt hann til tað, sum vit kunnu kalla ein vinstrasinnaðan populist.
- Eins og Bolivar vilja vit skipa eitt sameint Latínamerika, eitt slag av einum ES. Tað skal verða okkara mótvekt ímóti teirri nýggju frælslyntu hugsjónini, Heimsbankanum og Altjóða Gjaldoyragrunninum. Vit skulu endurreisa æruna hjá latínamerikanska heimspartinum, sigur Chavéz.
Hann tosar, veipar við ørmunum og herðir røddina. Tey fátæku í Venesuela, og tey eru mong, elska hendan mannin. Sambært ST eru 80 prosent av teimum 24 milliónunum, sum búgva í Venesuela, blóðfátæk, og uttan hjálp frá tí almenna klára tey ikki gerandisdagin.
Tí elska tey Chavéz. Tí flenna tey at honum, tá hann roynir seg um gyklara, flenna saman við honum, tá hann leggur andstøðuna undir líkt og ólíkt, og atkvøða fyri honum, tá hann biður um stuðul. Síðani hann varð valdur til forseta í 1998 við 56 prosentum av atkvøðunum, hevur hann vunnið átta fólkaatkvøður. Andstøðan ivast ikki í, at hann ætlar sær at gerast einaræðisharri.
- Andstøðan, sigur Chavéz við einum háðandi tónalagi. - Tey ríku hóreiggja sær sum fascistar og kvettmenn, sum arbeiða ímóti lýðveldinum. Í tveir mánaðir vóru tey í verkfalli, í 60 dagar løgdu tey landsins týdningarmestu inntøkukeldu, oljuvinnuna, lamna. Men hví? Jú, tí vit hava gjørt av at endurskipa tað almenna oljufelagið PDVSA, sum var vorðið ein statur í statinum, sum varð stýrt av yvirstættini, sum rændi inntøkurnar frá tí almenna og legði inn undir seg. Men nú skulu oljuinntøkurnar koma fólkinum til góðar.
Í Vensuela er tað, sum at ein ósjónligur veggur býtir fólkið í tvey. Annaðhvørt tekur tú undir við Chavéz og hansara bolivarisku dreymum, ella ert tú ímóti honum. Mong hava valt at rýma av landinum.
Vinmaður Fidel
Eingin vesturlendskur ríkisleiðari hevur so gott samband við kubanska leiðaran, Fidel Castro, sum Hugo Chavéz. Teir eru vinmenn, góðir vinmenn, og hittast eisini javnan sum slíkir.
Herfyri vóru foreldrini hjá Chavéz á Kuba, har tey vóru persónligir gestir hjá Fidel, so tað er ikki so løgið, at teir báðir hava gjørt sáttmálar landanna millum. Fidel fær dagliga 50.000 tunnur av olju, sum verða seldar honum við stórum almennum stuðuli, og aftur fyri fær Hugo kubanskar læknar, ítróttarleiðarar og mentafólk í samsýning.
- Nú senda vit eisini gomul og sjúk til Kuba, har teir hava góð sjúkrahús. Eg havi stóra virðing fyri Fidel, sigur Chavéz. Hann veit fullvæl, at hetta hóvar ikki USA, sum eisini hevur ta venesuelansku oljuna fyri neyðini.
At nevna Hugo Chavéz fyri Bush og hansara monnum, er sum at vísa tarvi reytt. Tí Chavéz stuðlar Castro, hann hevur verið í Libya og vitjað Muammar Gadafi, og so hevur hann eisini hitt sjálvan Saddam Hussein. Og so hevur hann aftrað seg við at fordøma ta kolombisku uppreistrarrørsluna FARC, sum sambært Washington er ein yvirgangsfelagsskapur.
Tann 48 ára gamli Chavéz, sum er giftur tvær ferðir og eigur fimm børn, er hvønn sunnudag í almenna sjónvarpinum. Higartil eru sendingarnar vorðnar fleiri enn 140 í tali. Alt verður sent beinleiðis, og Chavéz letur ikki eina løtu fara til spillis, men tosar uttan íhald. Hann greiðir frá, hvat stjórnin hevur gjørt ta seinastu vikuna, syngur ein sang og svarar spurningum frá fólki, sum ringja. Av og á lesur hann úr onkrari bók, serliga tí nýggja lógarsavninum.
Við sær í sjónvarpið hevur hann altíð einar tveir av sínum ráðharrum, sum nágreiniliga skulu greiða frá, hvat teir havga gjørt í fólksins tænastu ta seinastu vikuna. At enda kemur stjórin í almenna oljufelagnum á skíggjan at siga fólki, hvussu seinasta vikan hevur hilnast, og hvussu stórt avlopið hevur verið.
- Hetta hevur róp uppiborið, sigur Chavéz og klappar.
Seks tímar varir sendingin. Tjóðsangurin verður sungin, og pallljósini verða sløkt.
(Kelda: Aftenposten)