men nú er kappingin vorðin so vanlig, at tú næstan kanst kalla liðini, sum vinna, fyri almennar føroyameistarar, hóast hetta ikki er ein kapping innan FSF. Kappingin ? og veitslan sum er aftaná ? er væl umtókt [...] umtókt millum spælararnar, sum her hava høvi at hittast eftir eitt strævið fótbóltsár. Spælarar úr teimum ymsu feløgunum hittast og práta um árið, ið fór, og teir velja eisini ársins leikara hjá bæði monnum [...] úr HB umframt Jákup á Borg úr B36. Tað eru spælararnir sjálvir, sum velja ársins leikara, og hetta er eitt tað mest spennandi, sum hendir undir innandurakappingini, sum væntandi verður betur vitjað í ár
a upp í Havnar Klubba í Havn. Tað er Pizza 67, sum er partur av stórari íslendskari pizzaketu. Har ber til at fáa pizza, pastarættir, burgarar og annað. - Pizza 67 er eisini ein familjumatstova, sum arbeiðir [...] Pizza 67 læt fyrstu pizzamatstovuna upp í Íslandi. Pizza 67 í Havnar Klubba er nummar 25 í røðini og matstovan nummar 24 er somuleiðis latin upp í dag, í Íslandi. Pizza 67 hevur umframt matstovur í Ke [...] r, áðrenn hann kemur inn í køkin. Kundin skal kenna seg tryggan í og hava álit á, at allur maturin er sum hann eigur at vera. Starvsfólkini eru búgvin til tað sama og arbeiða í klæðum og handskum til endamálið
hevur fingið fyri fólkið ið her býr. Vit hava eisini hoyrt tey innføddu her, eitt nú í Barrow og í Anchorage við, siga frá sínum positivu upplivilsum frá oljuni. Fólkið her er sera fegin um útviklingin og [...] Landsstýrismaðurin viðgongur at hann er enn meira sannførdur um, at tað er rætt at fyrireika okkum til eina komandi oljuvinnu. ? Vit hava hoyrt og sæð hvussu oljuvinnan er bygd út í Alaska og hvønn kollveltandi [...] Noregi? ? Tað er rætt at vit kunnu fáa nógv góð ráð frá bretum og norðmonnum, men lat okkum eisini hyggja at hvussu aðrir hava borið seg at. Og netupp Alaska haldi eg er eitt gott val, tí her far tú gjørt
stóra fyrisiting, at vit ikki hava ráð at liva við henni tá oljan er uppbrúkt. Tað sama er galdandi fyri annað virksemi í samfelagnum. ? Men har er nógv, sum má og skal gerast og tað kunnu møguligir oljupengar [...] komandi oljutíð. Hann heldur, at tað er ótrúliga umráðandi at vit varveita bæði fiskivinnu og aðra vinnu, og ikki bara seta okkum afturá tá oljan kemur ? og tá hon er liðug um eini 30 ár kanska standa uttan [...] Hansen og sipar her til mentunnarøki annars. Karsten Hansen ætlar sær ikki at sleppa ferðini í Alaska, nú hann er komin heimaftur til at taka sær av øðrum týðandi málum. ? Eg haldi tað er umráðandi at savna
Hermansen. Hans J. Hermansen er væl greiður yvir, at hann bert kann seta seg at skriva afturímóti, men hann ivast í, um nøkur hjálp er í tí. ? Eitt nú segði eg við mannin, at tað er talan um umhvørvisliga [...] Men tíverr, so er tað sum eg havi sagt, slitið sundur og sett í skeivan samanhang, leggur hann afturat. Hans J. Hermansen varð uppringdur fyri eini tíð síðani av Danny Penman, sum er blaðmaður fyri The [...] grindadráp, og tað er júst tað, sum Grindamannafelagið vil. Inn í ein opnan dialog við tær kritisku røddirnar, sum hava nakað at finnast at grindadrápinum viðvíkjandi. Men tað skuldi vísa seg, at her var talan
ferðafólk til at vitja Føroyar, so er neyðugt, at man allatíðina kemur við onkrum nýggjum, soleiðis at útboðið ár um ár ikki altíð er tað sama. Annika Wardum Joensen sigur, at í ár er okkurt nýtt á skránni, og [...] sjálvum hjartanum av íslendska høvuðsstaðnum, og er hon bygd, so at hon liggur út í vælkendu Tjørnina. Uttan fyri inngongdina til sjálva býráðshøllina er eisini ein lítil hylur, og í hylinum liva bæði laksur [...] Stevnan var sett av stjóranum í Ferðaráði Føroya, Anniku Wardum Joensen, sum eisini er formaður í Vest Norden Tourist Board, ið er samstarvsfelagsskapurin hjá ferðavinnuni í Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Í nevndini
uppgáva er at byggja upp, - og ikki at fordøma, sigur Sonja Klein, og nevnir eina aðra uppgávu hjá presti, sum er sera hugalig. Tað at fáa eitt barn er størsta upplivingin í lívinum. Og tað er ein sera [...] brúðarparið eru høvuðsleikarar, meðan presturin er statistur í hesum leikinum. Tað er ikki mín uppgáva at tulka ætlaninar hjá fólki, men prestsins uppgáva er á ein trúverdigan hátt at geva teimum Guds orð [...] hevur við kynini at gera. Veruleikin er nú eina ferð tann, at Gud hevur skapt okkum sum mann og kvinnu, og sjálvandi er brúk fyri báðum kynunum í arbeiði hansara her á jørðini. Hann hevur givið okkum øllum
Hesara kanningar fara tó vanliga fram á røntgendeildum, tí her er talan um myndadiagnostik. Hetta eru rættuliga stórar íløgur, ið talan er um, og tí er vanligt, at hesar ofta koma via privatar donotiónir. Fyrsti [...] Serlliga er tað innan fyri tær neurologisku sjúrkurnar, sum MR-skannarin er vorðin nógv brúktur tey seinastu 10 árini. ? Her tosa vit um kanning av heila, mønu og umhvørvi kring hesi organ. Her tykist [...] vænta okkum av skannaranum. Hann vísti m. a. á, at hetta er ein rættuliga nýggju kanningarháttur innan fyuri medisinskan diagnostik. ? Hetta er ein kanningarháttur, sum einki hevur við tær vanbligu rø
ikki hevur fingið fylgjur er heilt einastandandi og ótrúligt. Man spyr seg sjálvan um hetta er støðið og tað sum flokkurin stendur og fer at standa fyri í framtíðini. Líkt er í øllum førum til, at steinrunna [...] nøkulunda sømuligt samskifti við løgmann. Tá øll virðing fyri leiðsluni var rokin, tá er onki eftir. So veruleikin er tann, at javnaðarflokkurin bara nýtti so bara fyrsta og besta høvi at sleppa sær burtur [...] rudda so væl og virðiliga fyri loysingini, at tað nú bert er ein spurningur um tíð til Føroyar gerst ein »suverenur« statur. Sambandsflokkurin er samstundis beindur út í politiska myrkri har hann í dag livir
Tað er einki at tosa um tað. Uppgerðin í Klaksvík í morgin millum KÍ og HB er tann, sum er nógv tann mest áhugaverda hetta vikuskiftið. Hetta eru einastu feløgini, sum altíð hava verið við í bestu deildini [...] leggur afturat, at fótskaðin fyrr í ár hevur gjørt, at hann er ikki í fullgóðari venjing. Hví er HB betri enn tit? ? Vit hava breiðan hóp, men teirra er breiðari. Teir hava fleiri góðar spælarar at seta á flestu [...] Tað er Kurt Mørkøre, liðformaðurin hjá KÍ, sum staðfestir hetta. Hann hevur annars verið sera væl fyri hesa síðstu tíðina. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur hann gjørt tíggju mál, og hann er ovarlaga