? Eri betur fyrireikaður til føroyska oljuvinnu

? Vitjanin í Alaska hevur verið eitt ótrúligt upplivilsi og ein góð barlast at byggja víðari á fram móti eini føroyskari oljuvinnu

? Túrurin hevur verið eitt ótrúliga stórt upplivilsi, sum hevur givið okkum nógv at hugsa um, sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum eftir spennandi og áhugaverdu vitjanina í amerikanska statinum Alaska herfyri.

Landsstýrismaðurin viðgongur at hann er enn meira sannførdur um, at tað er rætt at fyrireika okkum til eina komandi oljuvinnu.

? Vit hava hoyrt og sæð hvussu oljuvinnan er bygd út í Alaska og hvønn kollveltandi týdning hon hevur fingið fyri fólkið ið her býr. Vit hava eisini hoyrt tey innføddu her, eitt nú í Barrow og í Anchorage við, siga frá sínum positivu upplivilsum frá oljuni. Fólkið her er sera fegin um útviklingin og tað skilst at oljan hevur verið góð fyri Alaska.

Eyðun Elttør sigur at hann á ferðini, sum Texaco samtakið, við Texaco, Arco, Conoco og Murphy Oil hevur staðið fyri, eisini hevur fingið at vita hvussu ein ikki eigur at bera seg at.

? Tað sum umræður er at nýta tær resoursir, sum eru í landinum skilagott.

Men er tað ikki, sum at fara yvir um ánna eftir vatnið at fara heilt til Alaska, tá vit jú kunnu læra av næstu grannum okkara, Bretlandi og Noregi?

? Tað er rætt at vit kunnu fáa nógv góð ráð frá bretum og norðmonnum, men lat okkum eisini hyggja at hvussu aðrir hava borið seg at. Og netupp Alaska haldi eg er eitt gott val, tí her far tú gjørt tær eina mynd av einum landið, har oljan hevur fingið so ómetaligan stóran týdning fyri allan búskapin.

? Tú hevur eisini sæð, hvussu ein oljuvinna kann ganga hond í hond við aðrar vinnur, her ikki minst fiskivinnuna, hvussu hesar vinnur megna at liva upp til eitt reint umhvørvið. Svarið eg havi fingið her í Alaska vísir, at tað ber til at sameina hesar ymisku tættirnar, soleiðis at samfelagið og fólkið fær gagn av teimum resoursum, sum eru í landinum.

? Eg haldi avgjørt, at hesin túrurin er við til at lata eyguni upp fyri teimum møguleikum ein oljuvinna gevur. Tí er Alaskavitjanin ein týðandi brikkur í uppbyggingini av eini oljuvinnu í Føroyum.

At oljuvinnan nærkast og tykist at skula fáa stóran týdning fyri Føroyar, er seinasta stigið hjá Eyðuni Elttør, landsstýrismanni, eitt gott tekin um. Hann hevur nevniliga vent Tinganesi »bakið« og hevur fingið sær skrivstovu í gróthúsbygninginum á Debessartrøð, har Oljufyrisitingin heldur til.

? Nú tað sær út til at oljuvinnan nærkast og vit skulu hava eitt tættari samband við tey útlendsku oljufeløgini, havi eg gjørt av at verða nærri oljufyrisitingini og teimum fólkum har arbeiða. Tá kunnu vit betri samskifta og brúka hvønn annan. Eg kenni tað so at eg má vera so nær teimum, sum hava við oljuna at gera, sum til ber.

Í dag er tað annars Vinnumálastýrið sum tekur sær av umsitingarligu málunum hjá Eyðuni Elttør, men landsstýrismaðurin viðgongur, at soleiðis sum útviklingurin verður so er tað eyðsæð, at tá oljan kemur verður talan um eitt sjálvstøðugt Oljumálastýrið.

Avgerðin at flyta skrivstovuna út til Oljufyrisitingina á Debessartrøð er helst ein týðilig ábending um, at tað gongur tann vegin at vit fara at fáa enn eitt Stýrið.