Pizza 67 latið upp í Havnar Klubba

Og er tann 25. í røðini í eini stórari íslendskari pizzaketu.

Seinnapartin í gjár læt nýggj pizzamatstova upp í Havnar Klubba í Havn. Tað er Pizza 67, sum er partur av stórari íslendskari pizzaketu. Har ber til at fáa pizza, pastarættir, burgarar og annað.

- Pizza 67 er eisini ein familjumatstova, sum arbeiðir eftir heilt serligum reglum. Dygdin hevur alt at siga og við hava serstakar reglar sum siga, at allur maturin, ið vit brúka, verður góðskugóðkendur, áðrenn hann kemur inn í køkin. Kundin skal kenna seg tryggan í og hava álit á, at allur maturin er sum hann eigur at vera. Starvsfólkini eru búgvin til tað sama og arbeiða í klæðum og handskum til endamálið, sigur Robert Árason, ið verður eitt av teim tólv starvsfólkunum á matstovuni.

Tað eru seks ár síðani, at Pizza 67 læt fyrstu pizzamatstovuna upp í Íslandi. Pizza 67 í Havnar Klubba er nummar 25 í røðini og matstovan nummar 24 er somuleiðis latin upp í dag, í Íslandi. Pizza 67 hevur umframt matstovur í Keypmannahavn, Kristianssand, í Prag, London og USA.

Fleiri pizzamatstovur eru í høvuðstaðnum. Hví Pizza 67 hevur valt at koma til Føroya, sigur Robert Árason.

- Vit hava virðing fyri kappingarneytunum. Í Íslandi var tað so, at tá ið vit lótu fyrstu matstovuna upp fingu hinar eisini meiri at gera. Tað sama kann henda her, sigur Robert Árason.