Joensen Á Viðareiði er ein smoltstøð, sum fyrst í nítiárunum var um at lata aftur. Síðani komu fremmandir menn og settu pening í, og nú stendur støðin í fagrasta blóma, og hetta kemur ikki minst viðoyingum [...] fara á sjógv. Tá viga tey í miðal 50 gram. Tey fyrru árini var tað bara eina ferð um árið, at vit lótu smolt fara á sjógv, men nú verður hetta gjørt alt árið. ? Hava tit nóg mikið av vatni? ? Vatnið fáa [...] viðoyingum til góða. Hetta sæst aftur í, at á støðini eru fimm fólk í føstum starvi, og tá arbeiði er umframt tað dagliga, t.d. vaksinering og haggreiðing av rognum, so kann samlaða starvsfólkatalið koma upp
er ikki ein spurningur um at velja ein pedagog, men heldur, hvat vit hava og vilja í Nólsoy. Vit kunnu venda tí við og spyrja, hvør pedagogur søkir til Nólsoyar til ein stovn, sum bert er ein roynd. Bygdaráðið [...] er góð, 4 starvsfólk til 7 børn, harav starvsfólkini eiga tey trý. Eftir í bygdini eru 8-9 børn, hvørs foreldur hava valt ikki at gera brúk av barnaansingartilboðnum. Ikki tí, at tey ikki hava ein tørv [...] neyðugt við einum pedagogi. Teir flestu dagstovnarnir í Føroyar hava ongan pedagog. Búði ein pedagogur í Nólsoy, var tað natúrligt at vit heittu á viðkomandi. - Tað er rættiliga álvarsamt at ákæra mammur
1982 og í 1995 var ein avhildin venjari hjá TB, har Óli Johannesen í 1995 var ein av spælarunum, er venjari hjá Glostrup IF32, og Jón Johannesen, eldri beiggin hjá Óla Johannesen, er ein av spælarunum. [...] donskum fótbólti mikukvøldið, tí Jón Johannesen var skaddur. ? Jón er í 1. liðs hópinum, hann er elsti maður á einum ungum liði, og undan summarfrítíðini var hann ein góður stuðul. Tíverri hevur hann verið skaddur [...] málskjótingina, tá hálvur tími var farin, og munur var farin at síggjast á orkuni hjá teimum í bestu deildini og teimum í fjórði bestu deildini. Jákup helt frí Herfølge var ikki við í fmta umfarinum í s
skúlarætt og sum ein flongdur hundur greiða lærara sínum frá, hvussu leingi eg hevði búð í Svøríki, at tað tessvegna lá betur fyri hjá mær at tosa svenskt enn danskt, at hetta avgjørt ikki var av illvilja ímóti [...] i á svenskum, tí ein slík frágreiðing á føroyskum kundi skjótt gerast hinum norðurlendingunum heldur fløkjaslig. Eg so gjørdi, og vit fingu ein fínan túr í Stockholm og yvirhøvur ein minniligan dag. Nógv [...] Kungälvsku ?stevnuskránna?: ein tvímálsligur norðbúgvi, ið var fluttur úr baldruta Atlantshavi og dvaldist við Eystrasalts føgru sendur, og so skrivlig frágreiðing á donskum. Hetta fekk illa verið meira n
seg inn í ein leiklut sum vaksin. Hetta er eitt evni, sum hevur havt áhugan hjá yrkjaranum í fleiri ár, og á fløguni eru nakrar av hesum yrkingunum tiknar við. - Ein spurningur, eg havi sett mær, er um tað [...] og hildu konsertir í Svøríki og Noregi í sambandi við 50 ára dagin fyri fólkaatkvøðuna í 1946. Hetta var ein ferð, sum Norsk-Færøysk Lag skipaði fyri. Á fløguni hjá Jógvan Andrias er eisini røddin hjá Hanusi [...] veruliga gerast vaksin. Hetta er ikki ein spurningur um aldur, men nær eitt menniskja kann taka á seg tær uppgávurnar, sum krevjast av einum vaksnum menniskja. - Tað er kanska ein fyribyrging, at børn sleppa
spelandi. - Hatta er ein loypidunna, sigur hann og greiðir frá, at hon á donskum kallast ?løbeand?, so umsett til ?norðanmál? eitur hon kanska ein rennidunna! - Og hatta er ein moskusdunna ..., sigur Petur og [...] fuglunum eina tjørn at spæla í, og fuglarnir stórtrívast. Teir smæðast ikki bara tí at ein vilstur skálamaður og ein havnarmaður eru komnir á vitjan. Tað er nú kortini ikki so løgið, tí teir eru vanir við [...] hevur tað verið natúrligt at fáa mær djór, sigur Petur Nolsø, sum er reiðmaður burturav. Hann hevur ikki færri enn átta hestar, hóast bert tveir standa á trøðni. - Mær hevur altíð dámt so væl ross, og
Men meir enn hampuligar bar ikki til at siga, tí hóast salurin var bæði vakur og vælegnaður til sjónleik, so var tað bara ein salur. Uttan stólar at sita á, og ljós, so til ber at síggja leikararnar, er [...] av áskoðarum, sum vóru til dystirnar, veit eg ikki, - ella ein mun gjørdi tað helst fleiri teirra, tá tey dagin eftir hoyrdu, at vøllurin var farin á flog...... (lukkutíð ikki tann parturin, sum er uppi [...] leikhús. Fíggjarligi karmurin hjá Grímu er, sum hjá allari list í Føroyum, trongur, og tí hava nógv góð listafólk, tónleikarar, yrkjarar, myndlistafólk, frásøgufólk, o.o. í hesum døgum ókeypis verið við
hesir 10 næmingarnir fóru at kanna, hvat var til av føroyskum kókibókum, noyddust tey at staðfesta, at ongin kókibók enn er komin, bert við smakkgóðum sjómati. Hetta hóast fiskivinnan sum kunnugt er høvuðsvinna [...] sambært Náttúrvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum góð 200 í tali, men komandi kókibókin fer kortini í størsta mun at halda seg til kendastu fiskasløgini, eins og skeljadýr og grind. Viðgjørd verða t.d. laksur [...] føroysku fiskivinnuni eru sera áhugaðir í ætlanini. Næmingarnir halda, at ein slík slóðbrótandi bók fær týdning fyri heimamarknaðin, eins og hon kann stuðla uppundir eina neyðuga góðskumenning og fjølbroytni
Búskaparvøkstur - nú Eftir at kreppan var av, var aftur boð eftir arbeiðsmegini, men nú var ríkiligt til av henni, tí arbeiðsloysið var stórt, og samstundis var ríkiligt til av bæði fiski og framleiðslutólum [...] hyggja at orsøkunum til at gongdin var, sum hon var. Við at hyggja eitt sindur nærri at útlitunum sæst, at ein vøkstur upp á 2% er ikki ein varislig meting, men heldur ein bjartskygd meting. Fyri at undirstrika [...] arbeiðsmegin var har. Útbyggingin av vælferðarstovnunum var eisini við til at skapa búskaparvøkstur. Í 80?unum øktist vøksturin aftur, hesaferð fyri læntan pening. Nú var tøka arbeiðsmegin ikki eins stór, og
skulu teir seta seg í skuld. Heri Mortensen gevur myndugleik-unum ein stóran part av skulduni fyri tí ringu støðu útróðrarmenn eru í. Fyrr var tað so, at útróðrarmaðurin fekk hjálp, um hann ikki fiskaði nóg [...] skipan fyri útróðrarmenn er komin ein bonusskipan. Fyri at fáa eitt einasta oyra frá tí almenna skal útróðrarmaðurin hava fiskað fyri 54.000 kr. í seks mánaðir. Hetta hevur havt við sær, at flestu útróðrarmenn [...] egnu nøs. Har var bara talan um nøgdir og at selja blokk. Tú legði teg ikki eftir at fáa tað besta burtur úr tí besta fiskinum. Í hesum sambandi vísir hann eisini á, hvussu stór mótstøða var móti kongaf