Í hesi greinini gevur ein av serfrøðingunum, sum hava verið við til at skriva búskaparpartin í Hvítubók eina stutta gjøgnumgongd av høvuðslýsingunum sum standa í Hvítubók.
Ikki nøktandi framløga
Eg leitaði mær inn í skúlan á Giljanesi mánakvøldið fyri at lurta eftir framløguni av Hvítubók. Tað var serliga búskaparparturin sum hevði mín áhuga. Eg havi nevniliga verið við til at skriva part av búskaparpartinum av Hvítubók, og vildi nú síggja, hvussu parturin bleiv lagdur fram fyri almenninginum.
Tíverri kann eg ikki siga, at framløgan var nøktandi. Fleiri viðurskifti í bókini vórðu als ikki viðgjørd, meðan onnur ikki vórðu viðgjørd nóg gjølla. Tí vil eg her geva eina stutta framløgu av høvuðsniðurstøðunum í bókini. Eg vil serliga royna at lýsa tey viðurskifti, sum ikki vórðu nóg væl lýst í framløguni.
Ein stutt lýsing av búskaparpartinum í Hvítubók
Eg skal ikki her fara inn á tær nágreiniligu greiningarnar av árinunum á búskapin av at ríkisveitingarnar minka. Hesar kunnu lesast í bókini fyri tey, sum hava hug at seta seg inn í teir (fyri leikfólk) meiri torskiltu partarnar. Eg vil bert geva eina stutta lýsing, sum tó skuldi kunna givið fólki eina fatan av árinunum av minkandi ríkisveitingum.
Myndin niðanfyri er ein eitt sindur broytt útgáva av myndini á síðu 80 í búskaparpartinum í Hvítubók (fylgibind 1). Hon vísir avleiðingina av, at ríkisveitingarnar minka. Fulla linjan í stykki 1 á myndini vísir gongdina fram til í dag, meðan fallið í stykki 2 vísir avleiðingina í skiftistíðini. Skiftistíðin er tíðin, meðan ríkisveitingin minkar, til hon er burtur. Stykki 3 vísir búskapargongdina eftir at ríkisveitingin er burtur. At enda er ein linja teknað omanfyri hinar linjurnar í stykki 2 og 3. Henda linjan vísir búskapargongdina um ríkisveitingin ikki minkar burtur, men heldur fram eins og í dag.
Út frá myndini er greitt, at tað ikki er uttan avleiðingar fyri samfelagið at missa eina inntøku av teirri stødd, sum ríkisveitingin er. Ríkisveitingin er í dag umleið triðjingurin av samlaðu inntøkuni hjá almennu kassunum, og má tað fáa avleiðingar at minka eina so týðandi inntøku. Í skiftistíðini (stykki 2) verður neyðugt at broyta búskapin, soleiðis at hann kann vera ríkisveitingarnar fyri uttan. Hetta merkir, at búskapurin kemur í eina kreppulíknandi støðu. Tvs. tillagingar mugu henda í búskapinum, sum líkjast teimum tillagingum, sum henda tá kreppur eru í búskapum. Her er t.d. talan um at arbeiðsloysi økist, lønin lækkar, fólk flyta av landinum o.l.
Eftir at ein tíð er fráliðin, vil búskapurin rætta seg upp aftur (stykki 3). Tvs. at fólk flyta ikki longur av landinum, lønin lækkar ikki longur og viðurskiftini eru stabiliserað. Her hava ymiskar misskiljingar verið frammi í fjølmiðlunum, um hvar lønarlagið leggur seg, og um øll flyta inn aftur í landið. Her átti at verið lætt at hugt at støðuni í Føroyum í dag. Lítil ivi er um, at eftir eina tílíka tillaging er lønarlagið lægri enn áður. Bert ein partur koma aftur, meðan stórur partur búsetur seg meiri støðugt í útlondum.
Avleiðingarnar á týðandi búskaparviðurskifti
Hvørjar avleiðingar tað fær fyri búskapin, lønarlagið, skattatrýstið, pensiónir, almenna sektorin og onnur týðandi viðurskifti í okkara dagliga lívi, er ilt at meta um, tí førdi politikkurin avger, hvar sparast skal, og hvussu nógv skal sparast.
Tó er lítil og ongin ivi um at búskapurin minkar, og harvið vilja nøkur missa arbeiði. Árinini av at hava arbeiðsloysi kenna vit frá kreppuni, sum vit júst hava havt, nevniliga at lønarlagið má gerast lægri, og at nøkur flyta av landinum. Sum longu nevnt er ilt at meta um, hvussu nógv lønarlagið má minka, og hvussu nógv flyta av landinum.
Eitt boð upp á avleiðingarnar fyri hinar partarnar, t.d. pensiónir, skatt, avgjøld o.l. líkist teimum fyri arbeiðsloysið, nevniliga at tað er ringt at síggja, hvussu ráð skal vera til skattalættar, avgjaldslættar og hækkingar í pensiónsgjøldunum, tá inntøkan hjá almennu kassunum minkar við so stórari upphædd, sum ríkisveitingin er. Tvørturímóti er eyðsæð, at neyðugt verður at krevja meira inn frá borgarunum og vinnulívinum og samstundis at gjalda minni út til borgararnar. Her eigur tó at vera endurtikið, at talan er um politiskar avgerðir, og tí kann ikki sigast við vissu, at t.d. pensiónirnar fara minka ella at skatturin fer at hækka. Tó kann sigast við vissu, at almennu kassarnir eru noyddir at gera eitthvørt fyri antin at minka um útreiðslurnar ella at økja um inntøkurnar, tá ríkisveitingin minkar.
Hvat við núverandi búskaparligu støðuni?
Í Hvítubók verður eisini sagt, at búskapurin seinastu árini hevur lagað seg til eitt lægri útreiðslustøði og til lægri inntøkur. Hetta kann skiljast sum um búskapurin longu er komin gjøgnum stykki 2 í myndini. Altso at tær ringastu búskaparligu tillagingarnar er liðnar, og nú kann farast inn í stykki 3, sum er ein búskapur uttan ríkisveitingar. Hetta er tíverri bert partvís rætt.
Tað er rætt at búskapurin hevur lagað seg til minni inntøkur og lægri útreiðslur, men ikki nokk til at vit kunnu vera ríkisveitingina fyri uttan. Ein háttur at síggja, hvussu nógv búskapurin hevur lagað seg til lægri inntøkur er at hyggja at yvirskotinum í almenna sektorinum. Hetta er umleið 800 mió. kr. (land og kommunur). Hetta er eitt sera stórt yvirskot, sum hevur stóran týdning, um ríkisveitingin fer at minka. Tað eigur tó at vera viðmerkt, at hetta yvirskot er í eini tíð, har almennu íløgurnar eru sera lítlar, og inntøkurnar eru óvanliga høgar orsakað av góðum fiskaprísum. Um vit skulu meta um yvirskotið, roknast kann við í longdini, má metast, at nakað verður mist, tá fiskaprísirnir falla, og eisini at nakað má fara til íløgur. Um vit siga, at umleið 500 mió. kr. eru eftir, aftaná at hædd er tikin fyri hesum (hetta er rættiliga bjartskygt), so er neyðugt at finna umleið 7-800 mió. kr. afturat, áðrenn vit eru komin á mál. Málið er umleið 1.300 mió. kr. tvs. blokkstuðul og aðrar ríkisveitingar tilsamans.
Tískil er eingin ivi um, at neyðugt er við størri tillagingum fyri at røkka málinum.
Møguleiki at spara upp
Ein møguleiki at koma nærri málinum er at sleppa av við nakrar av teimum útreiðslunum, vit hava í dag, fyri á tann hátt at fáa rúm fyri, at inntøkurnar kunnu minka. Ein ?óneyðug? útreiðsla er rentuútreiðslurnar. Um almennu kassarnir kundu sloppið av við rentuútreiðslurnar, høvdu teir havt møguleika at hildið hinar útreiðslurnar á sama støði við eini lægri inntøku, uttan at neyðugt var at fremja ógvusligar sparingar á fíggjarlógini. Um almennu kassarnir eisini høvdu eina uppsparing, soleiðis at rentuútreiðslur blivu til rentuinntøkur, so hevði sjálvsagt verið møguligt at verið enn størri partar av ríkisveitingini fyri uttan.
Tað er henda tankagond, ið liggur aftan fyri hugtøkini búskapargrunnur og støðuginntøka. Hugsanin er, at almennu kassarnir kunnu spara pening upp og leggja hann í ein grunn. Grunnurin skal geva so stórt avkast sum gjørligt. Avkastið av grunninum er sjálvsagt tengt at altjóða rentustøðinum og búskapargongdini í útlondum, og vil sostatt ikki vera heilt støðugt, men tó so at almennu kassarnir kunnu rokna við at fáa eina toluliga støðuga inntøku. Avkastið av búskapargrunni-num verður rópt fyri støðuginntøka (á donskum permanentindtægt).
Ein tílík støðuginntøka vil, sum nevnt, hava við sær, at almennu kassarnir kunnu klára seg við nakað skerdari ríkisveiting.
Búskaparvøkstur og ríkisveiting
Ein annar háttur at klára seg við minni ríkisveitingum er at lata búskaparvøksturin hjálpa. Hugsanin er, at tá búskapurin veksur, so gevur hetta størri inntøkur til almennu kassarnar, sum tískil hava møguleika fyri at missa onkra aðra inntøku.
Útrokningar vísa, at neyðugt er at hava ein rímiligan búskaparvøkstur, um hetta skal vera nøkur hjálp. M.a. vísa útrokningarnar, at 2% í árligum búskaparvøkstri vildi gjørt tað møguligt at minka um ríkisveitingina. Søguliga gongdin vísir, at føroyski búskapurin hevur havt ein vøkstur sum er væl omanfyri 2%, heldur hevur hann ligið um 4%. Sostatt tykist grundarlag vera fyri at meta, at vøksturin framyvir fer at liggja um 2%, ella kanska heldur hægri. Tó er ein tílík meting ikki nóg góð, av fleiri orsøkum. Fyri lættari at skilja hvussu ein kann meta um vøksturin skal fyrst greiði fáast á hvat búskaparvøkstur er. (sí mynd)
Búskaparvøkstur er eitt mát fyri støddini á búskapinum í mun til árið fyri. Vert er at leggja til merkis, at talan er um støddina á búskapinum. Hvussu máta vit støddina á búskapinum? Jú, tað gera vit við at máta, hvussu nógv virksemi er í búskapinum, og ikki hvussu stórt virðið er á virkseminum. Um vit t.d. tosa um fiskiskap, so er vøksturin nær tengdur at, hvussu nógv tons fiskað verða. Her er sostatt ikki talan um t.d. avreiðingarvirðið, men um avreiðingar í tonsum.
Tá nú greiði er fingið á, at talan er um nøgd, og ikki um virði, so kunnu vit hyggja nærri at hví búskapurin veksur.
Búskaparvøkstur ? fyrr
Í 70?unum í Føroyum fingu vit flakavirkini. Her kom ein vinna, sum kravdi nógva arbeiðsmegi. Fyri at kunna økja um framleiðsluna er neyðugt við bæði kapitalapparati og tøkari arbeiðsmegi. Í 70?unum og inn í 80?ini kom eitt tilfongi í land, sum áður ikki var komið í land. Samstundis vórðu íløgur gjørdar, bæði almennar og privatar. Tískil vaks framleiðslan á flakavirkjunum. Eingin stórvegis trupulleiki var at økja um framleiðsluna, tí tøka arbeiðsmegin var rímiliga stór, nevniliga konufólkini. Hesi gjørdust í alt størri mun partur av arbeiðsmegini. Samstundis vórðu vælferðartænastur útbygdar, t.d. stovnar til børn og eldri. Hetta kundi somuleiðis gerast tí tøka arbeiðsmegin var har. Útbyggingin av vælferðarstovnunum var eisini við til at skapa búskaparvøkstur.
Í 80?unum øktist vøksturin aftur, hesaferð fyri læntan pening. Nú var tøka arbeiðsmegin ikki eins stór, og tískil mátti hetta fáa avleiðingar fyri lønarlagið. Tá kreppan kom, var stórt sæð øll arbeiðsmegin brúkt, og nakað av arbeiðsmegi var innflutt. Í kreppuni var ikki neyðugt við allari arbeiðsmegini, og tí rýmdu nógv av landinum undan arbeiðsloysinum.
Búskaparvøkstur - nú
Eftir at kreppan var av, var aftur boð eftir arbeiðsmegini, men nú var ríkiligt til av henni, tí arbeiðsloysið var stórt, og samstundis var ríkiligt til av bæði fiski og framleiðslutólum, soleiðis at framleiðslan kundi økjast aftur, uttan at hetta legði nakað munandi trýst á lønarlagið.
Hetta er orsøkin til at vit hava havt stóran búskaparvøkstur í 70?unum, 80?unum og eisini í 90?unum (eftir at kreppan var av).
Búskaparvøkstur - framyvir
Tó kann ein samstundis síggja, at sum støðan er nú, hvar fiskanøgdin ikki er óavmarkað longur, arbeiðsloysið er minkað niður í næstan onki og framleiðslutólini verða gangnýtt fult út aftur, so er ikki rúm fyri stórum búskaparvøkstri framyvir. Um produktiviteturin kann økjast heilt munandi, antin við at fólk renna skjótari, ella við at maskinurnar kunnu gera størri part av arbeiðinum fyri okkum, so er aftur rúm fyri búskaparvøkstri. Tó er vert at leggja til merkis, at um maskinurnar skulu gera størri part av framleiðsluni fyri okkum, so er neyðugt við stórum íløgum (bæði privatum og almennum, tær almennu serliga í gransking), og hetta er jú ikki í samsvar við, at vit skulu halda fast við verandi yvirskot.
Hetta var ein longri frágreiðing um búskaparvøkstur, og hon kann tykjast torfør. Orsøkin til at hon er tikin við er, at tað er ov snævurskygt bert at hyggja at søguligi gongdini, og ikki samstundis hyggja at orsøkunum til at gongdin var, sum hon var. Við at hyggja eitt sindur nærri at útlitunum sæst, at ein vøkstur upp á 2% er ikki ein varislig meting, men heldur ein bjartskygd meting.
Fyri at undirstrika argumentini eitt sindur eigur at vera viðmerkt, at søguliga hava Føroyar altíð havt eina gongd, sum fylgjur nøkur ár aftaná gongdini í londunum rundan um okkum. Hesi hava ikki longur ein høgan búskaparvøkstur, men tvørturímóti ein vøkstur undir 2%.
At enda eigur at vera nevnt, at útbyggingin av vælferðartænastunum hevur verið við til at økt um búskaparvøksturin. Um tann føroyski almenni sektorurin skal til at fremja sparingar, so er sannlíkt at hann vil hava eina minking í búskaparvøkstrinum við sær, og tískil er sannlíkt at búskaparvøksturin um nøkur ár ikki verður 4%, ei heldur 2%, men tíverri nærri 1%.
Oljan ? enn einaferð
Sum við øllum metingum, sum hava við búskapin at gera, so halda tær ikki, um fortreytirnar broytast heilt ógvusliga. Her kann verða nevnt, at kemur oljan er sannlíkt, at hon vil geva eina eins stóra inntøku til almennu kassarnar og ríkisveitingin gevur í dag, og so er sjálvsagt væl møguligt at minka um ríkisveitingina uttan at fremja sparingar ella at hækka skattin.
Magni Laksáfoss
Búskaparfrøðingur