Lítið hevur verið at hoyrt til henda annars sera bersøgna og avgjørda mann, síðani hann rættiliga var í brennideplinum. Flestu munnu minnast hansara mongu rámandi og avgjørdu úttalilsi um føroyskan fiskivinnu- og fiskasølupolitikk ella mangul uppá sama.
Í dag er Heri Mortensen útróðrarmaður. Men sum kommunalpolitikari fær hann tó innlit í og eisini ávirkan á gongdina á øðrum økjum í samfelagnum. Eitt av teimum málunum, sum Heri Mortensen er farin at vísa serstakan ans er spurningurin um, hvussu ein komandi oljuvinna kann gagna heimbygdini og Suðuroynni annars.
Hera dámar væl sjólívið. Men tað er ikki bara at siga tað at vera útróðrarmaður í dag. Hevur tú sett teg í stóra skuld við báti ol. so kann tað vera sera torført at fáa endarnar at røkka saman. Eitt nú er tað trupult hjá ungum monnum at gerast útróðrarmenn, skulu teir seta seg í skuld. Heri Mortensen gevur myndugleik-unum ein stóran part av skulduni fyri tí ringu støðu útróðrarmenn eru í. Fyrr var tað so, at útróðrarmaðurin fekk hjálp, um hann ikki fiskaði nóg mikið. Tann møguleikan hevur landsstýrið tikið frá útróðrarmonnunum. Ístaðin fyri eina minstulønarskipan fyri útróðrarmenn er komin ein bonusskipan. Fyri at fáa eitt einasta oyra frá tí almenna skal útróðrarmaðurin hava fiskað fyri 54.000 kr. í seks mánaðir. Hetta hevur havt við sær, at flestu útróðrarmenn eru farnir úr skipanini, tí fiskaríið hevur verið so lítið í ár. Tí sansar tað í veruleikanum at hjá útróðrarmonnunum í dag. Meginparturin av teimum líða neyð, hava teir ikki konu, sum hevur gott arbeiði. Teir fáa ongan stuðul nakra aðrastaðni.
Heri Mortensen sigur, at útróðrarmenn eru tann einasti stættin í øllum landinum, sum einki fær.
-Okkurt má gerast fyri at varðveita útróðrarmentanina. Eg ivist ikki í, at leggja politikararnir høvur í blot, so kunnu teir finna fram til eina skipan, sum kann tryggja útróðrarmannin, tá lítil fiskiskapur er.
-Men tosað verður um at fara burtur frá stuðulinum!
-Tað er rætt, men so er tað eisini skeivt at loyva trolarunum at taka fiskin hjá útróðrarmanninum.
Útróðrarfiskur bestur
Vit spurdu Hera Mortensen, hvussu týdningarmiklan hann metir útróðurin at vera fyri føroyingar í dag?
-Nú havi eg bert verið útróðrarmaður í eini fimm ár, so tað er avmarkað, hvat eg havi innlit í. Men eg ivist ikki í, at útróðurin gevur ein tann besta fiskin, sum kem-ur uppá land í Føroyum. Verður rætt atborið, so hava vit her eina fyrsta floks vøru, sum kann seljast fyri 1. floks prís.
Heri Mortensen viðgongur, at hyggur man nøkur ár aftur í tíðina, so sóu mangir menn ikki framum sína egnu nøs. Har var bara talan um nøgdir og at selja blokk. Tú legði teg ikki eftir at fáa tað besta burtur úr tí besta fiskinum. Í hesum sambandi vísir hann eisini á, hvussu stór mótstøða var móti kongafiskavinnuni. -Tá høvdu vit eina sølu í Føroyum, sum Gud havi lov ikki er til meira, og sum gjørdi alt tað hon kundi fyri at forða fyri troyta kongafiskin.
Heri Mortensen sigur seg vera sannførdan um, at hevði stuðulin ikki verið tikin so bráddliga burtur, so hevði nógv av tí, sum menn fóru undir at byggja upp, verið vælvirkandi vinna í dag.
Fyrrverandi flakavirkisstjórin heldur, at vit føroyingar eiga at seta alt inn á at fáa góð sølufólk, tí vit eiga heimsins besta fisk. -Norðmenn hava tikið í egnan barm og ásanna, at teir duga ikki nóg væl. Teir hava tí fingið sær danskar sølumenn. Hetta er nakað, sum vit kanska eisini áttu at tikið til eftirtektar.
Útjaðarin
Aftrat hesum mugu vit fara undir at troyta øll fiskasløg. Heri Mortensen heldur vit eiga at hjúkla um útróðurin, tí hann heldur lívið í mongum bygdum og vísir m.a. til Famien, Hest oa. -Tað nyttar ikki, at vit lata trolararnar styggja og taka fiskin, sum útróðrarmenn annars eiga. Tað hevði ver-ið frægari at latið trolararnar varðveitt íløgustuðulin, heldur enn at koyra teir inn á útróðrarleiðirnar at ræna fiskin frá hesi vinnuni.
Heri Mortensen vísir á, at tá politikarar nú eru farnir undir at tosa um at halda lív í útjaðararnum, so eiga teir avgjørt at taka útróðurin við, tí nógva staðni er tað júst útróðurin, sum er fortreytin fyri varðveiting av búsetingini.