?Tal dansk, din fårehund!?

Fyri nøkrum árum síðani var ein vinmaður mín og vitjaði meg her í býnum. Hann gekk á fjølmiðlalinjuni á norðurlendska háskúlanum í Kungälv og hevði fingið til uppgávu at gera bandaðar samrøður við aðrar føroyingar í útlegd. Vit samdust um at taka støði í mínum dagliga yrki, so eg skuldi á bandi greiða næmingunum í Kungälv frá, hvussu eitt pípuorgul fungerar, ?spæla ein góðan? og annars siga frá mínum upplivilsum í Stockholm.

Sum vera man koma lærararnir á norðurlendska háskúlanum í Kungälv úr øllum norðurlondum, og eg skilti á lagnum, at ikki sørt av ?stórdanskara? búði í læraranum hjá vinmanni mínum í fjølmiðlafrøði ? hann, sum hevði sent vinmann mín avstað í ørindum til Stockholm. Skúlin í Kungälv leggur dent á at hava so norðurlendskan profil sum gjørligt, og beint sum skúlin byrjaði tað heystið, hevði hesin lærarin savnað teir donsku og føroysku næmingarnar saman og gjørt teimum greitt, hvussu stóran týdning tað hevði fyri tann norðurlendska profilin, at teir ikki lótu seg ávirka og fóru at tosa svenskt við hinar næmingarnar, men tvørturímóti hildu fast við sítt móðurmál - tvs. danskt.

Við tað at føroysku næmingarnir á Kungälv hetta árið vóru komnir til Svøríkis í heilt øðrum ørindum enn at marknaðarføra ?rigssproget?, fall uppskotið.

Hvussu er og ikki, so settu eg og vinmaður mín okkum fyri, at henda áðurnevnda samrøða skuldi vera í so norðurlendskum anda sum gjørligt. Eyðvitað skuldi eg tosa føroyskt, og so skuldu næmingarnir í Kungälv fáa skrivliga umseting á donskum. Á henda hátt fingu teir eisini høvi at hoyra tað minsta norðurlendska málið. Hinvegin hildu vit best vera, um eg greiddi frá orgulmekanikki á svenskum, tí ein slík frágreiðing á føroyskum kundi skjótt gerast hinum norðurlendingunum heldur fløkjaslig.

Eg so gjørdi, og vit fingu ein fínan túr í Stockholm og yvirhøvur ein minniligan dag. Nógv varð havt á lofti, og vit høvdu so væl og virðiliga hildið okkum til ta Kungälvsku ?stevnuskránna?: ein tvímálsligur norðbúgvi, ið var fluttur úr baldruta Atlantshavi og dvaldist við Eystrasalts føgru sendur, og so skrivlig frágreiðing á donskum. Hetta fekk illa verið meira norðurlendskt!


Trúðu vit

Ikki tí, næmingarnir á Kungälv lótu væl at hesi samrøðu. Svenskararnir fegnaðust um, at ein tilflytari kundi læra seg teirra mál so mikið væl, og norðmenninir lurtaðu við andakt eftir frágreiðingini um orgul og orgulmekanikk. Øll lótu sera væl at. Næstan øll.

Bara ikki hesin sami danski lærarin. Okkurt píndi hann. Uttan at ætla tað, og uttan at vit vistu av tí, hevði okkum eydnast at traðka henda stakkals smáimperialist á halan, og tað so dyggiliga. Vit høvdu rætt og slætt verið óskikkiligir.

Hesin lærarin gjørdist ikki sørt gruggutur inn á vinmann mín og undraðist á, hvussu tað bar til, at hasin føroyski tónleikarin hinumegin landið tosaði svenskt og ikki danskt í samrøðuni!

Vinmaður mín mátti so pent standa skúlarætt og sum ein flongdur hundur greiða lærara sínum frá, hvussu leingi eg hevði búð í Svøríki, at tað tessvegna lá betur fyri hjá mær at tosa svenskt enn danskt, at hetta avgjørt ikki var av illvilja ímóti Danmark ella danskari mentan, osfr. osfr. osfr.

Eg klóraði mær í nakkanum. Hvat hugsa summir av okkara ?landsmonnum? fyri sær, og hvørjari verð liva teir í?

Genta mín, sum er úr Stockholm, skilir heldur ikki eitt vet av slíkum hugsunnarhátti. Hann tykist eisini vera svenskum kennarum og svenskarum yvirhøvur fjarur. Sumt her í verðini skilir tú ikki uttan so, at tú ert uppvaksin í tí danska kongaríkinum, tí mær er sagt, at henda reaktiónin hjá tí danska kennaranum í Kungälv er ikki nakað eindømi ímillum danskarar. Hvat er tað fyri samfelag, ið framalir ein so forstokkaðan hugsunnarhátt?

Kanska er hetta ein av orsøkunum til, at so nógvir føroyingar halda fast við at tosa danskt síni fyrstu ár í Noregi og Svøríki.


Heri Eysturlíð, Stockholm