Høgni Mohr
Úr føroysku fiskivinnuni og seinast úr kokka-skaranum, verður sóknast eftir nýskapan og menning í føroyskari matvøruframleiðslu og matgerð. Men næmingarnir í 2. flokki á Fiskivinnnuskúlanum í Vestmanna halda ongar almennar fundir og gera heldur ikki avgjørdar niðurstøður. Tey hava fingið (fiska)fingrarnar út, og gera okkurt við tað..!
Tá hesir 10 næmingarnir fóru at kanna, hvat var til av føroyskum kókibókum, noyddust tey at staðfesta, at ongin kókibók enn er komin, bert við smakkgóðum sjómati. Hetta hóast fiskivinnan sum kunnugt er høvuðsvinna okkara, og flestu føroyingar eta fisk fleiri ferðir um vikuna.
? Vit liva av fiski, men hava onga bók, bara við fiskarættum. Hetta ber ikki til, og tí eru vit farin til verka, sigur næmingurin Fríðleif Lydersen avgjørdur.
Salat og tari
Ætlandi vera einar 180 ymsar uppskriftir í bókini. Nógvir rættir eru kendir, men sumt er nýtt og sera áhugavert. Fleiri spennandi fiskasuppur og forrættir verða t.d. við, eins og tey hava roynt at fingið futt í vanligar fiskarættir. Ræstur fiskur hevur í mannaminni verið kókaður og borðreiddur á sama hátt, men í nýggju bókini hjá næmingunum í Vestmanna fer t. d. alt at standa um, hvussu tú gert fiskafat við røstum fiski?
Fiskasløgini í føroyskum sjógvi eru sambært Náttúrvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum góð 200 í tali, men komandi kókibókin fer kortini í størsta mun at halda seg til kendastu fiskasløgini, eins og skeljadýr og grind. Viðgjørd verða t.d. laksur, kræklingur, rækjur, sild, havtaska, saltfiskur og hummari. Nógv av hesum er kryddað við spennandi íkøstum, sum t.d. salatpyramidum og tara(!).
Eitt ódnartak
Fast-food mentanin hevur eisini fingið fastatøkur á næmingunum í Vestmanna; men munurin er kortini, at »kvika-kókini« í nýggju bókini, serliga at gera í mikroovni, eru grundað á heilsugóðu rávøruna úr føroyskum sjógvi.
Allar tær 180 uppskriftirnar verða royndar, eins og orkuvirðið í teimum verður kannað og skrásett til bókina. Alt arbeiðið verður gjørt á skúlanum, og tey hava býtt uppgávurnar so kristiliga. Summi skriva og leggja til rættis, meðan onnur eru sett at biðja um fíggjarligan stuðul til spildurnýggju útgávuna.
Talan tykist vera um eitt sera væl skipað arbeiði, og tað er helst neyðugt. Stendur tað til ídnu næmingarnar verður bókin í búðunum fyrst í desember. Tískil noyðast næmingarnir at arbeiða við bókini til út á næturnar.
Stuðul neyðugur
Hóast ungu næmingarnir hava ovmikið av uppskriftum tøkar, heita tey á fólk um at seta seg í samband við Fiskivinnuskúlan, halda hesi seg hava onkra spennandi uppskrift, ið eigur at koma Føroya fólki til góða.
Fyri vanligar næmingar, ið liva av útbúgvingarstuðli, er tað sera kostnaðarmikið at geva eina bók út. Fyribils metingar benda á, at neyðugt verður við einum 200.000 krónum.
Higartil hevur bert eydnast næmingunum at fingið 20.000 krónur í stuðli. Kortini hava tey fingið ábendingar um, at risarnir í føroysku fiskivinnuni eru sera áhugaðir í ætlanini. Næmingarnir halda, at ein slík slóðbrótandi bók fær týdning fyri heimamarknaðin, eins og hon kann stuðla uppundir eina neyðuga góðskumenning og fjølbroytni í fiskiídnaðinum.
Tey vóna, at føroyska fiskivinnan ikki fer at sita »hendur í pavn« í hesum føri, men fer at stuðla teimum eftir førimuni?
Salat-Jákup
Tilfar
3 spsk. matolju
1 purru
200g pikantosti
1 pk. róma
1 gl. champignon
200g jákupskel
salt
pipar
dild
javning (mjøl og vatn)
Svitsa sundurskornu purruna í matolju, áðrenn alt verður hitað einar 5 minuttir. Afturvið ber til at hava langbreyð ella bollar.