Hilda Sjúrðardóttir Joensen
Á Viðareiði er ein smoltstøð, sum fyrst í nítiárunum var um at lata aftur. Síðani komu fremmandir menn og settu pening í, og nú stendur støðin í fagrasta blóma, og hetta kemur ikki minst viðoyingum til góða.
Hetta sæst aftur í, at á støðini eru fimm fólk í føstum starvi, og tá arbeiði er umframt tað dagliga, t.d. vaksinering og haggreiðing av rognum, so kann samlaða starvsfólkatalið koma upp á eini tólv til fimtan ? alt eftir sum tørvur er á. Í fjør fingu hesi í alt útgoldið 1,3 milliónir krónur í løn.
Vestsmolt á Viðareiði er eitt felag, ið hoyrir til Vestlaks, ið hevur virkir bæði í Streymoynni og í Hirtshals. Formaðurin á Viðareiði eitur Jákup Mourits Heinesen, og hann sigur, at úrslitini hava verið góð tey seinastu árini, og tað eru tíbetur mong ár síðani, at nøkur sjúka hevur verið á støðini.
Á Vestsmolt ala teir umleið eina millión smolt og ælabogasíl um árið. Í fyrstuni vóru eingi ælabogasíl æld, men tað hevur verið gjørt meiri við hetta tey seinnu árini.
Tá vit spurdu, hvussu ársgongdin er, greiddi Jákup Mourits Heinesen soleiðis frá:
? Egg fáa vit frá Fiskaaling við Áir. Rognini verða pilkað, so tey sjúku verða tikin frá. Síðani verða eggini klakt her á støðini. Ynglini, sum koma út, verða latin í smærri kør, og síðani verða tey startfóðrað, sum tað verður rópt. Sum smoltini vaksa til, verða tey skyld eftir vekt og latin í størri kør, og har eru tey, til tey eru klár at fara á sjógv. Tá viga tey í miðal 50 gram. Tey fyrru árini var tað bara eina ferð um árið, at vit lótu smolt fara á sjógv, men nú verður hetta gjørt alt árið.
? Hava tit nóg mikið av vatni?
? Vatnið fáa vit úr Dalá og úr trimum øðrum keldum. Nógv tann størri parturin av vatninum verður nýttur umaftur, eftir at tað er reinsað. Er nógvur turkur um summarið, og tað er lýtt í veðrinum, so má súrevni ella ilt latast í kørini, tí fiskurin verður illa til passar av hitanum og trívst tískil ikki. Onkuntíð hava vit brúkt ís at køla av við, sigur Jákup Mourits Heinesen.
Síðani Vestlaks keypti støðina fyrst í nítiárunum, er hon nógv útbygt. Millum annað eru nógv kør komin undir tak, og tað verður sagt, at ætlanin er, at øll kørini eiga ferð í framtíðini skulu vera undir taki.