Nógv rok burtur úr ongum

- Mær vitandi eru tey allar flestu í bygdini væl nøgd við barnagarðin. Barnaansingin í Nólsoy er skipað í samstarvi við skúlan, sum er tiltikin sum tann besti í landinum. Lærararnir hava lovað at veitt hjálp og ráðgeving, og tískil er tann pedagogiski parturin avgjørt inni í myndini, sigur Leo Poulsen, bygdaráðslimur í Nólsoy, ið vísir øllum skuldsetingum aftur um slakan av krøvum til stovnin

Barnagarðurin í Nólsoy, sum lat upp í farnu viku í misjónshúsinum, hevur eftir øllum at døma ikki fingið ta góðu byrjan og undirtøku, sum væntandi var. Í bløðunum í gjár er grein eftir eina nólsoyarkonu, sum setur spurnartekin við rættiliga nógv viðurskifti í barnagarðinum. Hvussu mannagongdin hevur verið, tá ið søkt hevur verið eftir fólki, hvussu hølini eru, sum børnini skulu vera í, og hvat tilboð annars verður boðið teimum.

Rættiliga álvarsamar skuldsetingar, men Leo Poulsen, ið er bygdaráðslimur í Nólsoy og sum hevur arbeitt við málinum frá byrjan av, metir avgjørdur, at ov nógv hóvasták er gjørt burtur úr lítlum og ongum.

- Mær vitandi eru tey allar flestu í bygdini væl nøgd við barnagarðin. Upprunaliga søktu vit eftir trimum fólkum at taka sær av børnunum. Síðani varð søkt um aftur, hesa ferð eftir einum leiðara. Bygdaráðið metti seg ikki vera ført fyri at velja ein slíkan út, men fekk sær hjálp frá einum pedagogi, sum gav okkum eina innstilling. Eini 6-7 søktu, men bert trý hildu seg til at koma til samrøðu og av teimum trimum tóku tvey seg aftur. Tískil stóð bygdaráðið eftir við tí eina umsøkjaranum, sum vit mettu vera væl egnaðan til starvið, sigur Leo Poulsen.


Undir Mikkjalsveggi

Sum vanligt er í Nólsoy, tá ið søkt verður eftir fólki til kommununa, verður ikki søkt alment, men á kommunalu kunningartalvuni. Tað metir Leo Poulsen einki forgjørt verða í.

Eingin barnagarðslóggáva er í Føroyum, ið ásetur minstu krøv til fysisku karmarnar og innihaldið á stovnunum. Arbeiðseftirlitið, Brunaumsjónin og Landslæknin skulu kortini góðkenna hølini, ið eru ætlað til stovnin. Soleiðis er eisini gjørt í hesum førinum, og sambært Leo Poulsen hevur Arbeiðseftirlitið sagt, at hølini er ljós og væl egnað til endamálið. Og ikki døpur, lítið barnavinarlig og óheimlig, sum sagt verður í bløðunum ígjár.

Sagt verður eisini í greinini, at starvsfólkanormeringin er góð, 4 starvsfólk til 7 børn, harav starvsfólkini eiga tey trý. Eftir í bygdini eru 8-9 børn, hvørs foreldur hava valt ikki at gera brúk av barnaansingartilboðnum. Ikki tí, at tey ikki hava ein tørv.

Við øðrum orðum meta hesi foreldrini, at barnagarðurin er ikki nóg góður?

- Tað er teirra meting, men mær vitandi standa hesi fáu foreldrini einsamøll í hesi metingini. Hvat barnagarðurin hevur at bjóða børnunum, veit eg ikki, men barnaansingin í Nólsoy er skipað í samstarvi við skúlan, sum er tiltikin sum tann besti í landinum. Lærararnir hava lovað at veitt hjálp og ráðgeving, og tískil er tann pedagogiski parturin avgjørt inni í myndini, sigur Leo Poulsen.


Ikki neyðugt við pedagogi

Men hví hevur bygdaráðið ikki søkt eftir einum pedagogi til at leiða stovnin?

- Tað er ikki ein spurningur um at velja ein pedagog, men heldur, hvat vit hava og vilja í Nólsoy. Vit kunnu venda tí við og spyrja, hvør pedagogur søkir til Nólsoyar til ein stovn, sum bert er ein roynd. Bygdaráðið metir ikki, at tað er neyðugt við einum pedagogi. Teir flestu dagstovnarnir í Føroyar hava ongan pedagog. Búði ein pedagogur í Nólsoy, var tað natúrligt at vit heittu á viðkomandi.

- Tað er rættiliga álvarsamt at ákæra mammur, sum hava átt fleiri børn, fyri ikki at duga at taka sær børnunum í barnagarðinum. Hinvegin er ikki sagt, at tað er ein ódygd at hava eina útbúgving.

Orsøkin til, at fyrsti barnagarðurin í Nólsoy nú er veruleiki, er, at nógv foreldur í bygdini hava heitt á bygdaráðið um at seta ein slíkan á stovn. Fyri bygdaráðið hevur tað alla tíðina verið umráðandi, at stovnurin ikki gerst ov dýrur, og millum annað av teirri orsøk, er barnagarðurin í fyrsta umfari bert ein roynd í tríggjar mánaðir. Tá ið royndartíðin er úti, verður støða tikin til, um stovnurin heldur fram og á hvønn hátt hann verður skipaður.