stjørnumálverjin, Oliver Kahn, almannakunnger nú, at hann gevst at leika fótbólt komandi summar. 37 ára gamli Bayern München-málverjin heldur tað vera best, at hann gevst á toppinum. Júst somu meining hevði [...] týska landsliðnum. Hann hevur trúðfast altíð leikt fyri týska stórfelagið, og teir eru eisini sinnaðir at bjóða Kahn nýggjan sáttmála, sum hann tó sigur nei takk til. Hansara seinasti arbeiðsdagur verður tískil
einum uppskoti hjá stjórnini at umskipa útbúgvingarpolitikkin, men tey, sum skipaðu fyri mótmælinum, mistu tamarhaldið á teimum mótmælandi. Úrslitið varð, at nøkur fóru at kasta grót og annað eftir løgregluni [...] løgregluni, sum svaraði aftur við táragassi. Eitt skifti vóru bardagarnir so ógvusligir, at øll ferðslan í miðbýnum í Athen stóð still.
Fiskivinna Línuskipini, Ågot og Jákup B, koma inn at landa hesa vikuna. Pól Fuglø á Landingarmiðstøðini í Klaksvík veit at siga, at Jákup B kemur í dag við umleið 115.000 pundum á átta setum, og í morgin [...] 70.000 pund, so teir gera helst eisini ein hampiligan túr hesaferð. Sambært Pól Fuglø, er líkt til, at tað hevur vignast hampiliga væl hjá línuskipunum í seinastuni.
útgávuni av útoyggjablaðnum "Glóðin" verður nortið við ætlanina at fara undir eitt sokallað "marg-hús" í oynni. Arbeitt verður í løtuni við at prosjektera eitt slíkt hús, sum m.a. skal kunna hýsa bæði barnagarði [...] hava tikið stig til saman við kommununi og Útoyggjafelagnum. Spennandi verður at fylgja við í, hvussu hetta arbeiðið fer at ganga í framtíðini. l
Í fyrilestrinum fer Jóngerð Poulsen at tosa um, hvørjar kreppur børn og ung kunnu koma út fyri, hvørjar fylgjur hetta hevur, og hvat kann gerast fyri at koma víðari. Jóngerð Poulsen er Sjúkrarøktar- og [...] verður týskvøldið 21. februar kl. 19.30. Aftaná fyrilesturin verður høvi at seta spurningar. Eisini verður kaffi og køkur at fáa.
Býráð nevnliga at selja KJ-Contractors eina trøð, sum er góðar 10.000 fermetrar til støddar, og sum hevur verið partur av byggiætlanini. Upprunaliga var ætlanin hjá KJ-Contractors bert at keypa ein part [...] part av trøðni, men loysnin bleiv so, at teir keyptu alla trøðna fyri 11,2 milliónir krónur. Í sambandi við søluna av trøðni hevur Tórshavnar Býráð sett sær tað treyt, at bygt verður á staðnum innan tvey ár
Føroyska fótbóltslandsliðið sleppur rættiliga at sveitta undir venjingunum í Florida í hesum døgum. Hósdagin var hitin um tey 30 stigini, og tá er strævið at spæla fótbólt. Fríggjadagin vandu spælararnir [...] r fyrrapartin kl. 10 og seinnapartin kl. 16.00. Hitin var tann sami, men roknað varð við, at tað fór at verða skýggjað eina løtu. Seinnapartin hósdagin høvdu spælararnir frí, og tá gjørdu teir eina útferð
almannakunngjørt, at Lars Lilholt og Haugaard & Højrup Bigband spæla. Men onnur nøvn verða eisini á plakatini. Skipað hevur verið fyri DMA Folk síðan 2001, og tiltakið plagar altíð at vera væl vitja. Fyri [...] Fyri Eivør er hetta eitt gott høvi at spæla fyri fólki úr fólkatónleikaídnaðinum. Tiltakið verður hildið 11. mars og til ber at keypa atgongumerkið í forsølu frá 6. februar, á telefon +4574724610.
lívshættisligt at koyra ígjøgnum tunnilin við bensinmotori. Tað er soleiðis, at tað eru lummar av luft inni í tunnlinum, sum bilar við bensinmotori kunnu festa í. Tað er als ikki loyvt at koyra gjøgnum [...] gjøgnum tunnilin, og tey, sum bróta forboðið, vera meldað til løgregluna, veit Norðlýsið at siga av politistøðini í Klaksvík.
Lama sigur, at kinesiska stjórnin er eitt yvirgangsstýri, og hann mælir altjóða samfelagnum til at kanna, hvat er hent í ófriðinum í høvuðsbýnum teir Lhasa seinastu dagarnar. Dalai Lama sigur, at kinesiska [...] Tibet er eitt slag av tí, sum hann kallar ?mentanarligt fólkadráp?. Útlagnir tibetanar vilja vera við, at minst 80 fólk hava latið lív í ófriðinum teir seinastu dagarnar.