Fiskivinna
Línuskipini, Ågot og Jákup B, koma inn at landa hesa vikuna.
Pól Fuglø á Landingarmiðstøðini í Klaksvík veit at siga, at Jákup B kemur í dag við umleið 115.000 pundum á átta setum, og í morgin kemur Ågot.
Á teimum fyrstu fimm setunum hevði Ågot umleið 70.000 pund, so teir gera helst eisini ein hampiligan túr hesaferð.
Sambært Pól Fuglø, er líkt til, at tað hevur vignast hampiliga væl hjá línuskipunum í seinastuni.