KJ-Contractors fingið stykki til íbúðarbygging

Nógv umrøddu ætlanirnar hjá KJ-Contractors um íbúðarbygging millum Horna kunnu nú fara í gongd

Á býráðsfundi í gjár samtykti Tórshavnar Býráð nevnliga at selja KJ-Contractors eina trøð, sum er góðar 10.000 fermetrar til støddar, og sum hevur verið partur av byggiætlanini. Upprunaliga var ætlanin hjá KJ-Contractors bert at keypa ein part av trøðni, men loysnin bleiv so, at teir keyptu alla trøðna fyri 11,2 milliónir krónur.
Í sambandi við søluna av trøðni hevur Tórshavnar Býráð sett sær tað treyt, at bygt verður á staðnum innan tvey ár.