Í seinastu útgávuni av útoyggjablaðnum "Glóðin" verður nortið við ætlanina at fara undir eitt sokallað "marg-hús" í oynni.
Arbeitt verður í løtuni við at prosjektera eitt slíkt hús, sum m.a. skal kunna hýsa bæði barnagarði og einum bústovni fyri eldri, umframt hava umstøður til ferðafólk.
Hetta er ein verkætlan sum fólk í oynni hava tikið stig til saman við kommununi og Útoyggjafelagnum.
Spennandi verður at fylgja við í, hvussu hetta arbeiðið fer at ganga í framtíðini.
l