Motorsúkklan fór strúkandi ígjøgnum tunnilin um ellivu-tíðina, og maðurin varð alt fyri eitt meldaður til løgregluna í Klaksvík. Løtu seinni varð maðurin tikin.
Tað er beinleiðis lívshættisligt at koyra ígjøgnum tunnilin við bensinmotori. Tað er soleiðis, at tað eru lummar av luft inni í tunnlinum, sum bilar við bensinmotori kunnu festa í. Tað er als ikki loyvt at koyra gjøgnum tunnilin, og tey, sum bróta forboðið, vera meldað til løgregluna, veit Norðlýsið at siga av politistøðini í Klaksvík.