KÍF styrkir væl um hópin

KÍF fær styrk úr Íslandi og Team Klaksvík

Mynd: KÍF

KÍF skrivar á facebookvanga sínum:

 

- Vit breiðka um hópin!

 

Vit hava fingið tilgongd av tveimum nýggjum leikarum. Talan er um 20 ára gamla Benedikt  Emil Aðalsteinsson, sum er komin úr Víkingi í íslendsku 1.deild og 31 ára gamla Jens Paula Poulsen, sum eftir nógv ár í Team Klaksvík er farin at royna aðrar leiðir. 

 

Hetta fer at styrkja væl um hópin hjá okkum, bæði í álopi og verju, serliga eftir at Tórur Joensen, okkara unga stjørnuskot, tíverri má sita úti restina av kappingarárinum við krossbandsskaða.

 

Vit ynskja teimum báðum vælkomnum til KÍF og bestu eydnu í kappingarárinum! Skrivar KÍF

 

Mynd: KÍF