Fyrilestur um Børn í kreppu

Týskvøldið heldur Jóngerð Poulsen fyrilestur á Klaksvíkar Bókasavni um, hvat kann gerast, tá børn og ung eru fyri missi ella á annan hátt eru í kreppu

Í fyrilestrinum fer Jóngerð Poulsen at tosa um, hvørjar kreppur børn og ung kunnu koma út fyri, hvørjar fylgjur hetta hevur, og hvat kann gerast fyri at koma víðari.
Jóngerð Poulsen er Sjúkrarøktar- og heilsufrøðingur og arbeiðir sum heilsufrøðingur. Hon er eisini útbúgvin familjuráðgevi og arbeiðir við bólkum fyri børn og ung, sum hava mist.
Fyrilesturin verður týskvøldið 21. februar kl. 19.30. Aftaná fyrilesturin verður høvi at seta spurningar. Eisini verður kaffi og køkur at fáa.