Venja í stórum hita

Føroyska fótbóltslandsliðið sleppur rættiliga at sveitta undir venjingunum í Florida í hesum døgum. Hósdagin var hitin um tey 30 stigini, og tá er strævið at spæla fótbólt. Fríggjadagin vandu spælararnir fyrrapartin kl. 10 og seinnapartin kl. 16.00. Hitin var tann sami, men roknað varð við, at tað fór at verða skýggjað eina løtu. Seinnapartin hósdagin høvdu spælararnir frí, og tá gjørdu teir eina útferð. Teir bæði koyrdu í gocart-bilum og royndu annað til stuttleika.