Illir studentar

Minst 20 fólk fingu skaða í hørðum samanbrestum millum løgregluna og illar studentar í grikska høvuðsstaðnum Athen í gjár. Minst 40 fólk vórðu tikin. Studentarnir mótmæltu einum uppskoti hjá stjórnini at umskipa útbúgvingarpolitikkin, men tey, sum skipaðu fyri mótmælinum, mistu tamarhaldið á teimum mótmælandi. Úrslitið varð, at nøkur fóru at kasta grót og annað eftir løgregluni, sum svaraði aftur við táragassi. Eitt skifti vóru bardagarnir so ógvusligir, at øll ferðslan í miðbýnum í Athen stóð still.