laks úr aliringum í Suðuroy, til kryvjingar norðanfyri, ístaðin fyri at senda hann á kryvjivirkið í Vági. Tað hendi hósnáttina, tá ið alibáturin, Hans á Bakka, var á Trongisvágsfirði eftir laksi úr aliringunum [...] sigur, at hetta hevur ómetaliga stóra ávirkan á arbeiðsloysið í Suðuroy, tí hvørja ferð, Hans á Bakka førir eina last av laksi úr Suðuroy er meiri enn ein arbeiðsvika minni á kryvjivirkinum í Vági. - Hetta [...] so at onkur annar, sum eisini vil leggja virksemi í Suðuroy, kann fáa tey. - Endamálið kann ikki vera, at Bakkafrost skal flyta alt virksemið úr Suðuroy, fyri at lata suðuroyingar standa eftir við burturkastinum
trý av sínum egnu, skrivar kommunan á heimasíðu síni. Heini F. Petersen úr Sandavági, Hanna Hansen úr Miðvági og Lydia Laksafoss úr Miðvági fingu eina mentanarheiðursløn frá kommununi. Heini F. Petersen [...] heimildarmaður í Sandavági og veit nógv um søgu og mentan í bygdini. Hann hevur latið fleiri bøkur úr hondum, millum annað eitt stórverk um Mikkjal á Ryggi, saman við Jákupi Reinert Hansen. Saman við Jóannes [...] greitt frá um hana. Hanna Hannsen hevur í nógv ár gjørt eitt sera stórt arbeiði við at savna gamlar myndir, finna útav, hvør ella hvat er avmyndað, og síðan leggja myndirnar á alnótina. Eisini hevur hon verið
KÍ-teppi. Við innivist hjá sambýlinum Gøtubrá í Norðragøtu, hevur tiltakið “Gloym meg ei” 70 brúkarar úr Norðoyggjum og Eysturoy, har tað eru 9 starvsfólk. Her kunnu brúkarar, sum hava sosialar og/ella sálarligar [...] Sjúkrahúsi og Norðoya Røktarheimi komu framvið og nýtt høvið at keypa sær eitt tinganest heim við. Orð og myndir: Dávur Winther
fyrr í dag bóðu vit lesararnir hjá okkum senda inn myndir frá tí óvanliga vakra veðrinum í morgun. Og tað hava fleiri gjørt. Sí tær vøkru myndirnar úr ymiskum støðum í landinum í myndatemanum her.
Nú um dagarnar var løgreglan í Suðuroy og kannaði ferðsluna ymsastaðni í Suðuroynni. Og úrslitið var kanska betri enn tey høvdu vónað - ella kanska verri enn tey høvdu vónað, tað veldst um eygað sum sær [...] sett blátt nummarplátuljós á bilin, og tað ikki loyvt, umframt at onkur varð tikin fyri at vera farin úr bilinum, men at hava latið hann ganga í tómgongd og tað er heldur ikki loyvt. Onkur hevur parkerað
Landsverk fekk boðini, og sostatt fóru tey at salta Somuleiðis veit løgreglan frá fólki, sum eru farin úr Vestmanna í morgun, at tað var hált ímillum Vestmanna og Kvívík. Men løgreglan sigur eisini, at ongi [...] morgun boðar Landsverk eisini frá, at vandi er fyri hálku at kalla allastaðni í landinum, uttan í Suðuroy. Nýggjastu fráboðanirnar frá Landsverki komu fyri einum sløkum hálvum tíma síðani, tá ið klokkan
framtíðar felags effodeildarlið í Suðuroy. 3. Skiftið hjá Hørði Askham úr B36 til KÍ, og hvat tað kann tilføra KÍ. 4. Skiftið hjá Karl Løkin og Jan Ó. Ellingsgaard úr ÍF til NSÍ. 5. Støðan í HB í mun til
hevði havt fyri Hvalba og tí tí sambandi kallaði hann Jens fyri ein íverksetar og oddvita ið breyt upp úr nýggjum, uttan at hugsa so nógv um heiðurin. Tað var at kalla øskulakt í Hvalba, tá ið Jens Norðberg [...] myndahøggarin, Hans Pauli Olsen, ið hevur gjørt bringumyndina av Jens Norðberg, ið er settur á ein stein úr Skopun, og tað var Jens Kristian Norðberg, abbasonur Jens, ið avdúkaði minnisvarðan Aftanfyri á steininum [...] , Jónathan, ið er sonur Magnus. Og ytst høgrumegin, er tað Fía, kona Janus. Niðanfyri eru fleiri myndir frá hátíðarhaldinum í dag
Valeri Iobashvili skifta báðir frá FC Suðuroy, har teir hava spælt seinastu tvey árini. Mamuka Toronjadze hevur eisini eina fortíð í NSÍ. Teir eru landsmenn og koma úr Georgia. Michal Przybylski skifti í
tikin við. Vinnari bleiv Jákup F. Mikkelsen úr Vestmanna Byrsufelag. Hann fekk 77 stig í innleiðandi umførunum, og 42 í finaluni. Nr. 2 bleiv Sigurd Rasmussen úr Veiðifelagnum Byrsumúla. Hann fekk 67 stig [...] finaluni. Nr. 3 bleiv Marius F. Joensen úr Sunda Byrsufelag. Hann fekk 76 stig í innleiðandi umførunum, og 36 í finaluni. Sí øll úrslit á https://goo.gl/YG3Qf1 . Fleiri myndir eru at síggja á facebooksíðuni hjá