Hetta er eitt ótrúliga stórt vónbrot

- Hetta eigur ikki at bera til, sigur Hendrik Old, landsstýrismaður, sum nú hevur tikið framferðina hjá Bakkafrost ímóti suðuroyingum, upp í landsstýrinum

- Eg trúði ikki, at hetta fór at henda, men nú er tað veruleiki. Og tað er eitt ótrúliga stórt vónbrot.

 

Tað sigur Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Hendrik Old er eisini vágbingur, og hann er fólkavaldur løgtingsmaður. Og hann ásannar, at tað pínur hann, at síggja, at tey á Bakkafrost nú eru farin at føra laks úr aliringum í Suðuroy, til kryvjingar norðanfyri, ístaðin fyri at senda hann á kryvjivirkið í Vági.

 

Tað hendi hósnáttina, tá ið alibáturin, Hans á Bakka, var á Trongisvágsfirði eftir laksi úr aliringunum har, og førdi hann norðureftir til kryvjingar.

 

Hendrik Old sigur, at hetta hevur ómetaliga stóra ávirkan á arbeiðsloysið í Suðuroy, tí hvørja ferð, Hans á Bakka førir eina last av laksi úr Suðuroy er meiri enn ein arbeiðsvika minni á kryvjivirkinum í Vági.

 

- Hetta eru tímalønt størv, sum tað ikki eru ov nógv av í Suðuroy frammanundan, so tað svíður ómetaliga illa, hvørja ferð eitt av teimum hvørvur.

 

Hann sigur, at hann var so mikið bjartskygdur, at hóast Bakkafrost hevði eitt greitt endamál við at byggja ein risastóran alibát, fóry tey ikki at brúka hann til at flyta laks úr Suðuroy til kyvjingar.

 

- Men nú gongur sjón fyri søgn, og tað eri eg ótrúliga vónbrotin av, sigur Hendrik Old.

 

Hann sigur, at hetta eigur ikki at bera til, tí tað kann ikki vera meiningin, at Bakkafrost skal fáa framíhjárætt til at brúka firðirnar í Suðuroy til aling, uttan eisini at hava nakað virksemi í Suðuroy.

 

- Verður hetta mannagongdin, at Bakkafrost flytir alifiskin alifiskin norðureftir til kryvjingar, eiga tey eisini at taka ringarnar við sær, so at onkur annar, sum eisini vil leggja virksemi í Suðuroy, kann fáa tey.

 

- Endamálið kann ikki vera, at Bakkafrost skal flyta alt virksemið úr Suðuroy, fyri at lata suðuroyingar standa eftir við burturkastinum og dálkingini, uttan at fáa nøkur arbeiðspláss burtur úr tí, sigur Hendrik Old.

 

- Bakkafrost eigur eisini at hugsað um tey økini í landinum, tey fáa inntøkurnar úr, annars er púra ongin meining í hesum, heldur Hendrik Old.

 

Tí hevur hann nu eisini tikið málið upp í landsstýrinum og hann sigur, at nú skal arbeiðast víðari við tí. Men hvørjir møguleikarnir eru, eru ov tíðliga at siga nakað um enn, leggur hann afturat.

 

Men hann heldur, at fyrsta stigið eigur at vera at seta seg í samband við Bakkafrost at vita, hvørjar ætlanir, tey hava á hesum øki.

 

Vit hava eisini tosað við Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrosti, men hann hevur ongar viðmerkingar til dagliga virksemið hjá teimum.

 

Um eina Løtu á Info tosa vit við borgarstjóran í Vági, Dennis Holm, sum staðfestir, at hetta er ein støða, tey slett ikki kunnu liva við