Fýra spælarar til Skála

Talan er um spælarar úr FC Suðuroy, B68 og NSÍ

Mamuka Toronjadze, Valeri Iobashvili, Michal Przybylski og Andras Frederiksberg hava allir skift Skála fyri komandi kappingarár. Tað boðar felagið frá um vikuskiftið.

 

Mamuka Toronjadze og Valeri Iobashvili skifta báðir frá FC Suðuroy, har teir hava spælt seinastu tvey árini. Mamuka Toronjadze hevur eisini eina fortíð í NSÍ. Teir eru landsmenn og koma úr Georgia.

 

Michal Przybylski skifti í fjør frá NSÍ til B68, har hann fekk nógva spælitíð. Tað gekk tó illa, tí B68 flutti niður uttan at vinna eina dyst.

 

Fjórði spælari er Andras Frederiksberg. Hann hevur spælt við NSÍ seinastu tvey árini. Andras Frederiksberg hevur annars verið nógv plágaður av skaða hetta árið og mátti undir skurð áðrenn summarsteðgin.

 

Á ársveitsluni bleiv eisini kunngjørt, at Edvin Jacobsen og Pætur Dam Jacobsen hava undirskrivað sáttmála fyri 2017. Teir hava báðir verið lyklaspælarar í ár. Skála bleiv í ár nummar átta við 26 stigum.