Veturin er komin og í dag er ársins fyrsti hálkudagur.
Løgreglan sigur, at stutt eftir midnátt fingu tey fleiri fráboðanir frá bilførarum um, at á Velbastaðhálsi var tað sum á kalvabaki.
Tey siga, at Landsverk fekk boðini, og sostatt fóru tey at salta
Somuleiðis veit løgreglan frá fólki, sum eru farin úr Vestmanna í morgun, at tað var hált ímillum Vestmanna og Kvívík.
Men løgreglan sigur eisini, at ongi óhapp eru fráboðað.
Og í morgun boðar Landsverk eisini frá, at vandi er fyri hálku at kalla allastaðni í landinum, uttan í Suðuroy.
Nýggjastu fráboðanirnar frá Landsverki komu fyri einum sløkum hálvum tíma síðani, tá ið klokkan var varin av átta í morgun, og tá verður sagt, at tað tað er vandi fyri hálku á Viðareiðisvegnum, í Kambsdali, á Gøtueiði, í Streymnesi, á Høgareyni, á Vatnsoyrum, á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð, í Kaldbaksbotni, á Sundi, við Velbastaðháls og á Brekkuni Stóru í Sandoy.