Nú um dagarnar var løgreglan í Suðuroy og kannaði ferðsluna ymsastaðni í Suðuroynni. Og úrslitið var kanska betri enn tey høvdu vónað - ella kanska verri enn tey høvdu vónað, tað veldst um eygað sum sær.
Løgreglan gjørdi ferðkanningar ymsastaðni í oynni í tilsamans seks og ein hálvan tíma, og ta løtua vórðu heili 39 bøtur skrivaðar.
Og har var talan um alt handa slag av lógarbrotum, sum bilførararnir fingu bót fyri, men onkrir bilførarar fingu bót fyri meiri enn eitt misbrot.
Nakrir bilførarar vórðu tiknir fyri tey vanligu misbrotini, nevniliga, at teir høvdu gloymt koyrikortið heima, teir sótu ikki í trygdarbelti, onkur tosaði í handhildnari fartelefon ímeðan hann koyrdi, og á nøkrum bilum vóru lyktirnar ikki eftir forskriftunum.
Men annars fekk onkur bilførari eisini bót fyri at koyra við niðurslitnum dekkum, og onkur fekk bót fyri at koyra við ómakaðum dekkum.
Men so fekk ein eisini bót fyri at hava sett blátt nummarplátuljós á bilin, og tað ikki loyvt, umframt at onkur varð tikin fyri at vera farin úr bilinum, men at hava latið hann ganga í tómgongd og tað er heldur ikki loyvt.
Onkur hevur parkerað í skeivari síðu og latið bilin standa við tendraðum nærljósum, og tað var til so stóran ampa, at bilførarin varð skrivaður í svørtubók. Men so var tað eisini onkur bilur, har onnur nummarplátan manglaði.
Onkur bilførari fekk bót fyri at parkera har tað var bann fyri at steðga og tveir bilførara høvdu onki koyrikort. Í tí eina førinum var bilførarin við ongum koyrikorti, sjálvur annar í bilinum, men løgreglan sá, at teir skifti um pláss, so at ferðamaðurin, sum hevði koyrikort, settist við rattið, og tað kostar eisini eina bót.