- Hann var tann stillføri íverksetarin, sum ikki gjørdi mun á høgum og lágum.
Tað var skoðsmálið, hvalbingurin, Jens Norðberg fekk frá Ólavi Rasmussen, tá ið minnisvarð varð reistur yvir hann í Hvalba nú seinnapartin í dag.
Ólavur Rasmussen hugleiddi um Jens Norberg og tann týdning, hann hevði havt fyri Hvalba og tí tí sambandi kallaði hann Jens fyri ein íverksetar og oddvita ið breyt upp úr nýggjum, uttan at hugsa so nógv um heiðurin.
Tað var at kalla øskulakt í Hvalba, tá ið Jens Norðberg fekk eina framtíðarhugsan um at gera eitt virki í Hvalba, tí tað píndi hann at síggja fiskin fara óvirkaðan av fjørðinum.
Tað varð til flakavirkið Bergi, og síðani komu trolarar og trolaravirkið afturat, og nú er Hvalba av fremstu bygdum í landinum til trolaradrift.
Tað er myndahøggarin, Hans Pauli Olsen, ið hevur gjørt bringumyndina av Jens Norðberg, ið er settur á ein stein úr Skopun, og tað var Jens Kristian Norðberg, abbasonur Jens, ið avdúkaði minnisvarðan
Aftanfyri á steininum standa orðini: Tann, ið altíð hyggur eftir vindinum, kemur aldri at sáa og tann, ið altíð hyggur at skýggjunum, kemur aldri at heysta.
Tað var heilt nógv fólk samankomið í Hvalba í dag í sambandi við at minnisvarðin varð avdúkaður. Eisini Fitt av skyldfólki hjá Jens var við á hátíðarhaldinum og á einari á myndunum niðanfyri standa nøkur teirra frammanfyri minnisvarðan. Ytst frá vinstru eru tað Magnus, sonur Janus og sostatt abbasonur Jens, og so eru tað teir tríggir beiggjarnir, Róald, Kári og Danjal. Síðani er Tað Jens Kristian, ið eisini er sonur Janus og sum sostatt eisini er abbasonur Jens. Og undir liðini á honum er tað Janus Norðberg, sonur Jens, við abbasoninum, Jónathan, ið er sonur Magnus. Og ytst høgrumegin, er tað Fía, kona Janus.
Niðanfyri eru fleiri myndir frá hátíðarhaldinum í dag