Heiðraðu Heina, Hannu og Lydiu

Leygarkvøldið var skipað fyri einum stórum tiltaki í samband við útgávu av fýra bókum um og eftir vágamenn og í hesum sambandi valdi Vága kommuna at heiðra trý av sínum egnu, skrivar kommunan á heimasíðu síni.

 

Heini F. Petersen úr Sandavági, Hanna Hansen úr Miðvági og Lydia Laksafoss úr Miðvági fingu eina mentanarheiðursløn frá kommununi.

 

Heini F. Petersen er kendur sum heimildarmaður í Sandavági og veit nógv um søgu og mentan í bygdini. Hann hevur latið fleiri bøkur úr hondum, millum annað eitt stórverk um Mikkjal á Ryggi, saman við Jákupi Reinert Hansen.

 

Saman við Jóannes á Lofti hevur hann givið tvey bókaverk út, Av fjalli at fjørustrond. Fyrra bókin greiðir frá um staðarnøvnini í Sandavági, meðan seinna greiðir frá um hús og fólk í sóknini.

 

Saman við Dánial Poulsen hevur hann eisini skrivað Vága Samferðslusøgu, umframt at hann trúgvur hevur víst vøkru kirkjuna í Sandavági fyri gestum og greitt frá um hana.

 

Hanna Hannsen hevur í nógv ár gjørt eitt sera stórt arbeiði við at savna gamlar myndir, finna útav, hvør ella hvat er avmyndað, og síðan leggja myndirnar á alnótina. Eisini hevur hon verið við í øðrum granskingararbeiði á fornminnaøkinum.

 

Hon hevur, saman við øðrum, skipað fyri fleiri myndaframsýningum og øðrum tiltøkum hjá Miðvágs Fornminnafelag.

 

Lydia Laksafoss hevur í nógv ár staðið fyri ættargransking í Vágum. Hon var við til at seta á stovn Miðvágs Fornminnafelag, eins og hon var ein av berandi kreftunum í felagnum fyrstu árini.

 

Hon hevur hildið nógv til á Landsskjalasavninum, har hon hevur granskað gomul skjøl, serliga um Miðvág. Hon hevur m.a. granskað skjøl um Beintu og Peter Arabo og fest part av søguni um tey á blað.

 

 

Tá søguslógirnar skuldu gerast fyri Miðvág og Sandavág, var tað Lydia Laksafoss, sum kom við uppskotinum og eisini stóð fyri arbeiðinum. Hon fekk góða hjálp frá soninum Jóhan Ludvík og Heina F. Petersen.