Borgarstjórin, Jógvan Skorheim varð mánadagin boðin at koma á lítla samkomu á Norðoya Røktarheimi at fáa eitt KÍ-teppi.
Við innivist hjá sambýlinum Gøtubrá í Norðragøtu, hevur tiltakið “Gloym meg ei” 70 brúkarar úr Norðoyggjum og Eysturoy, har tað eru 9 starvsfólk. Her kunnu brúkarar, sum hava sosialar og/ella sálarligar avbjóðingar, hittast millum annað til ymiskt handaligt arbeiði, samrøður, sosiala samveru og tílíkt.
Mánadagin vóru tey í uppihaldsstovuni í Niðristovu á Norðoya Røktarheimi, har tey høvdu útsølu av ymiskum prýðislutum, tey høvdu gjørt.
Borgarstjórin, Jógvan Skorheim varð boðin at koma framvið, tí tey høvdu eina gávu til hansara. Tað vísti seg at vera eitt KÍ-teppi, sum tey høvdu gjørt – í roynd og veru tað fyrsta av sínum slagi!
Teppið kann m.a. verða brúkt til at halda knøini og beinini heit undir dystum, situr tú í skýlinum. Eitt frálíka snotiligt teppi við bjørtu, blá-hvítu KÍ-litunum og einum búmerki hjá KÍ seymað á.
Borgarstjórin fekk gávuna handaða frá Heidi Andreasen, og segði eisini Snorri Brend, stuðul, nøkur orð um virksemið hjá “Gloym meg ei”.
Fleiri av starvsfólkunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Norðoya Røktarheimi komu framvið og nýtt høvið at keypa sær eitt tinganest heim við.
Orð og myndir: Dávur Winther