meginfelag hjá feløgunum í ymsu londunum. Føroyaki limurin í hesum meginfelag er felagið Sinnisbati. Soffi Egholm, formaður í Sinnisbata, letur væl at summarleguni, sum verið hevur í Vágum hesar dagarnar. [...] har upplivilsini vóru nógv. Og so mitt í øllum vóru tey stødd í eini grind. Tey vóru við til at reka, og hetta festi seg í sinnið hjá teimum, greiðir formaðurin í Sinnisbata frá. Hon leggur dent á, at eingin [...] sera vælegnað stað. Kortini er hotelkapasiteturin í so lítil, so neyðugt hevur verið at havt fólk búgvandi í húsunum hjá Sørvágs Húsmøðrafelag og í Zarepta í Vatnsoyrum. Eisini er onkur farin til Havnar at
útróðurin við smábátum farin í søguna. Milson Berg sigur, at í Suðuroy eru trý útróðrarfeløg, tvey á Tvøroyri og eitt í Vági. Sjálvir arbeiðir hann fyri at savna allar útróðrarmenn í eitt felag og hann sigur [...] upsaprísurin fer aftur í botn sum hann var, áðrenn russarnir komu. Hann skjýtur upp, at í hvussu so er onkrir russarar slepp at verða verandi, tí fara teir, verður ikki ein stertur avreiddur í Føroyum afturat [...] loyvi til at vera. Útróðrarmenninir í Suðuroy vóna, at politikarar vilja taka trupulleikarnar upp, tí serliga í vetur hava líkindini verið út av lagi vánalig, heilt síðani í oktober, so tað hevur verið ógvuliga
vikuskiftið, at tað í ár eru hundrað ár liðin, síðan rørslan kom til Føroya. Dagurin er í heyst, og haldið verður í fleiri umførum gjøgnum árið. Fyrsta kornið varð lagt í jørðina suðuri í Vági á heysti 1904 [...] donsku Indre Mission. Í dag er kornið vaksið til eitt træ, sum himmalsins fuglar reiðrast í. Vagn Foldbo er í dag aðalskrivari hjá Heimamissiónini, sum hevur høvuðssæti í Leguhúsinum í Nesvík. Aftur at Vagn [...] koma. Heimamissiónin hevur tvey sjómansheim í Føroyum og eitt í Íslandi. Tey eru í Havn, Runavík og í Reykjavík. Kirkjuliga Heimamissiónin hevur eisini trúboðarar í starvi her heima, eins og tveir eru uttanlands
aðalfundi í Føroya Banka hósdagin, fekk bankin ein nýggjan nevndarlim. Jákup Jacobsen, sum hevur sitið í nevndini í fimm ár, fór úr nevndini og í hansara stað var Johannus Egholm Hansen, løgfrøðingur í Keypmannahavn [...] Kreppan í alivinnuni ? Tað er ov seint at tryggja húsini ímóti eldi, tá ið tey standa í ljósum loga. Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka kann vera nokk so hittinorðaður. At tað er ov seint at tryggja [...] tryggja húsini, tá ið tey standa í ljósum loga, er sjálvsagt. Men tað, sum stjórin í Føroya Banka sipar til, er tann hugburður, sum landsstýrið hevur ímóti alivinnuni. Í ársfrágreðingini, sum nevndin fyri
hevði hann verið í B36 og HB. Í gjár varð nevnt, at Karstin Joensen, sum í fjør var málverji hjá KÍ, skal spæla við ÍF næsta ár. Frammanundan var greitt, at Rúni Elttør, sum í fjør var í B36, skal spæla [...] ÍF FYRIREIKING Í gjárkvøldið skuldi spælarafundur vera í Fuglafirði. Á skránni var fótbóltsárið 2004. Sigfríður Clementsen fer at halda fram sum venjari hjá ÍF. Hjálparvenjari hjá honum verður Bogi Lervig [...] Lervig. Síðsta kappingarár var hann venjari í Leirvík. Bogi er fuglfirðingur og hevur frammanundan tvey ára skeiðið í Leirvík bæði spælt og verið venjari hjá ÍF, har hann hevur tikið sær av unglingunum og
yrkisspælari. Fyrst var hann í Wacker Innsbruck í Eysturríki og so í Karlsruher SC í Týsklandi. Seinni var hann í USA og í Linz í Eysturríki, áðrenn hann hjálpti barndómsfelagnum í Aalborg. Ove Flindt Bjerg [...] eitt nú verið venjari í Tokyo í Japan, og hann hevur verið ítróttarstjóri í SC Tirol í Eysturríki. Frá 2000 og til 2002 var hann venjari í SV Brehens. Ove Flindt Bjerg og konan búgva í Eysturríki. Tey eiga [...] vera gott hugskot. Eg havi verið uttanlands. Ove var í Danmark, og so fylgdust vit báðir til Klaksvíkar hósdagin, sigur Gestur Hovgaard, formaður í KÍ. Í sambandi við venjaravitjanina hevur hann enn eina
torført at halda lív í tí. Einaferð í nítiárunum var eitt billiardfelag í Klaksvík. Sonhard var venjari í tvey ár, men hann sigur, at tað bar illa til fáa tað at ganga. So limirnir í billiardfelagnum fingu [...] Sonhard Johannesen. Hann hevur verið formaður í Klaksvíkar Klubba í mong ár nú, og hann segði, at hetta var triðju ferð, at tað bleiv bygt um í Klubbanum, meðan hann hevur verið har. Teir vælumtóktu vísumenninir [...] fyrimunur Í sambandi við móttøkuna, fekk Sosialurin eitt prát við Sonhard Johannesen um týdningin av klubbanum í dag og um billiard. Sonhard sigur, tað koma framvegis umsóknir inn um at gerast limur í Klaksvíkar
Fiskavirking á Toftum hevði 180 milj. krónur í umsetningi í fjør, og málið í ár var 200 milj. krónur. Hóast vit høvdu verkfall í 3 vikur í vár, og útbyggingar eru framdar í summar, var umsetningurin herfyri fyri [...] trivnaðin í kommununi. Eg havi eisini skilt, at Fiskavirking á Toftum, sum er eitt rættiliga framkomið saltfiskavirki, klárar seg sera væl, sigur Súni í Hjøllum, bygdarráðslimur og formaður í teknisku nevnd [...] Súni í Hjøllum. Hann vísir á, at tann næsti bygningurin, sum kom á havnalagnum, var Valhalla, sum P/F Regn eigur í dag. Konstruktiónin kom upp longu í 1994, men húsið var ikki gjørt liðugt fyrr enn í 1998
vera og siga frá einhvørjum forvitnisligum. Nú í desember fyllir felagið 20 ár og føðingardagurin verður hildin í annaðkvøld við veitslu í matstovuni í høllini í Trongisvági. Yrkja fyri at minnast Ì Pensó [...] síðani, at tey eldru í norðaru helvt í Suðuroynni stovnaðu pensjonistafelagið HØFT. Høft stendur fyri Hvalba, Øravík, Fámjin og Tvøroyri. ?Í veruleikanum vóru tað heimahjálpirnar í hesum bygdum, sum tóku [...] eisini til tey fyrstu árini. Seinni fekk tað høli í klubbanum, men fyri nakað nógvum árum síðani fekk felagið egin høli í kjallaranum í nýggja skúlanum inni í Trongisvági. ? Vit vóru kommununi ómetaliga takksom
stendur orð móti orði millum ymisku limirnar í uttanlandsnevndini um ein niðurstøðu á fundinum hósdagin. Meirilutin av andstøðuni heldur fast um, at formaðurin í nevndini, Hergeir Nielsen, alment hevur logið [...] samgongufundi seinnapartin í gjár, eftir at Sosialurin var prentaður. Jákup Sverri Kass heldur, at tað heila møguliga snýr seg um eina misskiljing. Beinleiðis til NATO Rokið í uttanlandsnevndini tók seg [...] Hergeir Nielsen í Degi og Viku hóskvøldið segði, at uttanlandsnevndin var samd um, at løgmaður skuldi fara uttan um donsku stjórnina og beinleiðis til NATO at kunna seg um ætlaðar útbyggingar í Føroyum. Hergeir