Magni á Lakjuni aftur í ÍF

Bartal Eliasen sigst eisini at vera á veg til Fuglafirðar, har teir nú halda seg hava nóg góðar manningarligar fyritreytir at fara undir stríðið um at standa seg í bestu deildini

ÍF FYRIREIKING

Í gjárkvøldið skuldi spælarafundur vera í Fuglafirði. Á skránni var fótbóltsárið 2004. Sigfríður Clementsen fer at halda fram sum venjari hjá ÍF. Hjálparvenjari hjá honum verður Bogi Lervig. Síðsta kappingarár var hann venjari í Leirvík. Bogi er fuglfirðingur og hevur frammanundan tvey ára skeiðið í Leirvík bæði spælt og verið venjari hjá ÍF, har hann hevur tikið sær av unglingunum og 3. deidlarliðnum. Nú er ætlanin, at hann burturav skal hjálpa Sigfríði Clementsen við 1. deildarliðnum.
Umframt venjarasíðuna hava teir í Fuglafirði eisini so at siga fingið spælarasíðuna upp á pláss. Fimm nýggir spælarar ? summir av teimum eru gamlir kenningar ? fara at vera við í kappingini um plássini á besta liðnum hjá ÍF.
Harvið tykjast fuglfirðingar ætla sær meiri enn bara at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, tá ið teir næsta ár aftur fara at spæla í bestu fótbóltsdeildini. Nú er tað greitt, at Magni á Lakjuni fer at hjálpa teimum. Eftir at hann hevur verið burtur frá barndómsfelagnum síðani eftir kappingarlok í 1997 er álopsspælarin aftur á heimabeiti. Hetta varð greitt týsdagin, tá ið ÍF og Magni skrivaðu undir samstarvsavtalu. Magni spældi síðsta kappingarár við EB/Streymi. Frammanundan hevði hann verið í B36 og HB.
Í gjár varð nevnt, at Karstin Joensen, sum í fjør var málverji hjá KÍ, skal spæla við ÍF næsta ár. Frammanundan var greitt, at Rúni Elttør, sum í fjør var í B36, skal spæla við ÍF, og fuglfirðingar hava meiri í posanum. Tað er ikki greitt, um Bárður á Lakjuni yvirhøvur fer at spæla fótbólt næsta ár. Um hann fer at spæla, so verður tað við barndómsfelagnum í Fuglafirði. Bárður spældi síðsta kappingarár við GÍ.
Tað ljóðar eisini, at Bartal Eliasen, sum tey seinastu árini hevur spælt við GÍ, skal umboða barndómsfelagið í Fuglafirði. Tað ber ikki til at fáa hetta síðsta váttað, men vit skilja á lagnum, at alt bendir á, at Bartal verður í ÍF verjuni næsta kappingarár.

Eru komnir á mál
Rógvi Róin hevur havt ábyrgdina av samráðingunum við spælararnar.
? Tá ið tað var greitt, at ÍF aftur fór at vera við í fremstu røð, vóru vit nakrir, sum settu okkum fyri at hjálpa felagnum hjá okkum. Nevndin hevur staðið fyri samráðingunum við venjararnar, og stuðulsbólkurin hevur tikið sær av at tosa við spælararnar. Málið hjá okkum var at fáa allar teir, sum í fjør vóru á góða liðnum, ið vann 2. deild, at halda fram í felagnum, og at fáa fimm spælarar afturat. Tað mettu vit vera neyðugt. Bæði fyri at fáa fleiri spælarar, ið hava royndir úr 1. deild, og fyri at fáa størri breidd í kappingina um plássini á besta liðnum. Síðsta kappingarár gekk tað væl, tí liðið so at siga varð spart fyri leikbann og skaðar, men vit hava mett, at tað næsta ár verður neyðugt við fleiri spælarum, og vit hava rokkið málinum, sum vit miðjaðu eftir, sigur Rógvi Róin.
Rógvi hevur spælt nógv við ÍF, og hann hevur seinnu árini stuðlað felagnum á so mangan annan hátt eisini. Eitt árið var hann formaður, hann hevur tikið sær av leikskráunum, hann hevur verið við til at skipa fyri stevnum og tiltøkum, og nú hevur hann saman við øðrum verið við til at tryggja felagnum spælarar, sum teir halda hava góðan møguleika at tryggja ÍF framtíð í bestu deildini.
? Vit miðjaðu fyrst og fremst eftir at fáa fuglfirðingarnar, sum tey seinnu árini hava spælt aðra staðni, aftur til ÍF. Tað hevur eydnast væl. Onkrir eru bundnir at øðrum feløgum eisini næsta kappingarár. Í práti við fleiri teirra hava vit kent, at teir vísa barndómsfelagnum ans, og vit hava harvið góðar vónir um, at felagið eisini næstu árini fer at hava manningarligt grundarlag fyri at standa seg í 1. deild. Nú ræður um hjá spælarunum og venjarunum at arbeiða væl og miðvíst. Vit hava ikki aðrar orsøkir enn at halda, at tað fara teir at gera, og vit vóna, at tað fer at síggjast aftur á úrslitunum. Sjálvandi vita vit, at tað fer at taka sína tíð hjá ungu og evnaríku monnunum, sum ongantíð áður hava roynt seg í 1. deild, at venja seg til ferðina og intensitetin. Men nú eru fyritreytirnar hesum viðvíkjandi væl betri, enn tær vóru, tá ið ÍF fyri tveimum mánaðum síðani vann 2. deild. Øll, sum varða av felagnum, eru rættuliga spent, sigur Rógvi Róin.
Í 1999 flutti ÍF niður úr bestu deildini, og nú brynja teir seg til fyrstu royndina í fremstu røð síðani tá.